Poul Ennigarð úti við beinbroti

Verjuspælarin, sum í ár hevur sett seg á GÍ-miðvøllin, noyðist at halda seg burtur frá fótbólti komandi seks vikurnar

Fótbóltur

Talan var um hendiligt óhapp undir venjingini mánadagin, sum hevði skaðan við sær, sigur Poul sjálvur.
 Læknarnir hava staðfest, at talan er um brot. Tíbetur liggur hetta hampuliga væl, soleiðis at eg sleppi undan skurði og gipsi. Men beinið er lagt í skinnara, og eg skal binda frið í seks vikur, og tað er sjálvandi einki serligt.
Higartil í ár hevur GÍ staðið seg rættiliga væl, og ivaleyst eisini betri, enn tey flestu høvdu roknað við. Eisin hjá Poul sjálvum hevur talan verið um eitt gott ár higartil. Á nýggjum plássi á sentrala miðvøllinum hevur hann átt sín stóra lut í góðu gongdini, og tað er ikki sørt, at spælarin harmast skaðan, sum nú sendir hann út um síðulinjuna.
 Tað er sjálvandi harmiligt. Hjá liðnum hevur gingist væl, og sjálvur haldi eg, at eg nú havi vant meg við nýggja plássið, og so er tað sjálvandi stórt spell, at ein somikið drúgvur steðgur kemur í. Men sum so fái eg ikki gjørt stórt annað enn at bíða við tolni, til eg aftur sleppi ígongd, staðfestir hann.