Jóannes Hansen
??
Mánakvøldið fer síðsta hond at verða løgd á tann partin av sangfyrireikingunum av Jessy Dixon konsertini, sum føroyingar hava ábyrgdina av. Osbjørn Berthelsen á Strondum og Eyðun á Lakjuni í Fuglafirði stjórna felagskórinum, sum hevur vant seinastu vikurnar, og síðsta venjingin verður mánakvøldið ella kvøldið undan, at konsertin verður. Ein partur av venjingini fer at vera í ítróttarhøllini í Runavík.
Týsdagin ella longsta dag fara Jessy Dixon og teir báðir tónleikararnir, sum hann fer at hava við til Føroya - ein klaverspælari og ein keyboardspælari - saman við føroysku tónleikarunum - guitar, trummur og bass - at pussa formin av, áðrenn konsertin verður í ítróttarhøllini í Runavík klokkan átta.
Ofta ella rættari altíð verður í sovornum førum fokus sett á sangarar og tónleikarar. Sjáldan verður gáað eftir teimum, sum syrgja fyri, at ljóð og ljós eru, sum tey eiga at vera.
Ein av teimum, sum ofta er í eldinum, tá ið stór tiltøk eru á skránni, er Poul Nielsen í Saltangará. Í mong ár hevur hann saman við onkrum vinmonnum havt ábyrgdina av ljóðinum á eitt nú konsertum og samfelagsfundum.
Poul skal týskvøldið hava ábyrgdina av teknikkinum saman við Jóannesi Steingrund, Jákupi Heinesen, Símuni J. Hansen, Jóhan Andreasi Hansen, Virgari Poulsen og Antoni Rasmussen. Teir skulu royna nýtt anlegg, sum kom til landið týsdagin í hesi vikuni.
? Størsta avbjóðingin hjá mær higartil í hesum høpinum var PETRA konsertin, sum fyri stuttum var í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Onkrir aðrir skuldu hava ábyrgdina av tí tøkniliga, men teimum barst frá, og so vóru tað ein vinmaður og eg, sum fingu uppgávuna saman við týska manegaranum hjá PETRA. Vit vóru spentir, og sjálvandi vóru vit fegnir, tá ið teir í PETRA søgdu seg vera væl nøgdar, sigur Poul Nielsen.
Royndarferð
Konsertin við Jessy Dixon verður týskvøldið. Longu í kvøld sleppa Poul og vinmenninir í ítróttarhøllina at gera fyrstu fyrireikingarnar. Stórur pallur skal byggjast, og so skal nýggja anleggið setast upp og roynast.
? Vit hava ein felagsskap, sum sær tað sum sína uppgávu at veita hesa tænastuna í sambandi við tiltøk av hesum slagnum. Týsdagin í hesi vikuni fingu vit nýggja anleggið, sum er av Mackie slagnum. Talan er um komplett ljóð og ljósanlegg. Samlaða styrkin er umleið 15 túsund watt, og tað er einar 3-4 ferðir so nógv, sum vit frammanundan hava havt. Kostnaðurin liggur um hálvt annað hundrað túsund krónur. Í kvøld fara vit at seta útgerðina upp og royna hana, og vit fara ikki at gevast, fyrrenn vit hava fingið alt at rigga, sigur Poul Nielsen.
Tá ið vit spyrja um sjálva konsertina, sigur Poul seg ikki vera tann rætta at tosa við. Hann vísir til tað, sum áður hevur staðið í Sosialinum um, at talan verður um felagskór, mannað við sangarum úr Betesdakórinum, Siloakórinum, VOX, Ebenezerkórinum, United Voices og Suðuroyar Gospelkóri, sum skal syngja Bill Gaither løg saman við Jessy Dixon. Atgongumerki fáaast við dyrnar, og kostnaðurin er 150 krónur fyri vaksin og 75 krónur fyri børn.










