John Johannessen
Nýggi landsstýrismaðurin í Vinnumálum, Bjarni Djurholm, ætlar sær í næstum at finna eina endaliga loysn á, hvussu Postverk Føroya skal skipast og rekast.
Landsstýrismaðurin ætlar sær í vikuni á fund við Postverkið, soleiðis at hann nágreiniliga veit, hvørjar tankar leiðslan fyri Postverkið hevur um stovnin.
Tað er tó heilt greitt, at Bjarni Djurholm ætlar at umskipa stovnin. Hann sær tveir møguleikar fyri hesum. Onnur loysnin er at skipa Postverkið eins og Post Danmark, soleiðis at Postverkið veruður ein sjálvstøðug almenn fyritøka. Hin loysnin er at gera Postverkið til alment partafelag.
Seinnu loysnini var Tjóðveldisflokkurin ímóti, tá fyrrverandi landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm skeyt hana upp.
Bjarni Djurholm er greiður yvir, at Tjóðveldisflokkurin er ímóti at skipa Postverkið sum alment partafelag, men hann ætlar sær kortini at fáa ta loysnina ígjøgnum, sum hann metir vera best hóskandi.
Ætlarnirnar hjá Finnboga Arge um at samansjóða partar av uppgávunum hjá Strandferðsluni og Postverkinum fyri at sleppa undan dupultfunktiónum halda fram.