Vatnsoyrar: - Tað var nú mestsum av tilvild at eg bleiv postboð, sigur Elin Jørgensen.
Fyri eini sjey árum síðani stóðu tey og manglaðu eitt postboð á posthúsinum í Sørvági, tí eitt av starvsfólkum teirra var farið til Havnar at arbeiða.
Onkur teirra helt, at Elin møguliga kundi verðið áhugað í hesum starvinum. Hon arbeiddi tá í laksinum í Sørvági.
- Mær dámdi als ikki hetta arbeiðið í laksinum. Eg kom heim við gron næstan hvønn einasta dag.
- Men tá eg so varð spurd um hetta arbeiðið við postinum, tók eg av beinanvegin. Og glað var eg, tá eg fekk tað, sigur Elin við einum brosi.
Hósdagin í farnu viku fingu við eitt stutt prát við hana, tá hon kom við postinum til leguhúsið Zarepta í Vatnsoyrum.
Inni og úti
Sum øll onnur postboð hevur Elin Jørgensen sína føstu rutu at ganga.
Hennara øki er Flogvøllurin, Bøur og Vatnsoyrar – íalt 44 húski, harav flogvøllurin er nógv tann størsti móttakarin av posti.
- Seinnapartar plagi eg at arbeiða inni á posthúsinum í Sørvági, greiðir hon frá.
Elin møtir til arbeiðis klokkan 8, og fer síðani fyrst á flogvøllin við postinum, síðani til Vatnsoyrar og at enda til Bíggjar.
Ójavnt er sjálvandi, hvussu nógvur postur er at bera út. Men henda hósmorgunin í farnu viku var rættiliga nógvur postur.
- Vit eru jú fyrst í mánaðinum, og tá eru ofta nógv brøv frá bankunum. Tey fylla eitt sindur, sigur hon.
Posturin hevur skund. Vit takka fyri samrøðuna, og løtu seinni fer blái bilurin til fýra tey seinastu húskini í Vatnsoyrum.
So kunnu tey í Bø gera seg klár at taka ímóti posti frá Elini.









