Posthúsuppsagnirnar

Marjus Dam, løgtingsmaður

 

Ein er skelkaður av mátanum. Uppsøgnin av hesum starvsfólkum minnir mest um útblakan, eftir at ein brotsgerð er framd.

Í náttklæðum fær ein boð um uppsøgn. Lykilin takk, og búnan. Og vís teg ikki aftur á arbeiðsplássinum. Hetta sær út til at vera boðini fleiri av okkara landsmonnum og kvinnum fingu frá leiðsluni – sum tøkk fyri 20 – 30 ára trúgva starvstíð á Postverki Føroya.

Fleiri høvdu heldur væntað eina tøkk eftir 30-40 ár í arbeiði. Tað er jú vanligt aðrar staðir.

Men tøkkin var eitt asnaspark, ið ikki bert pínir tey ið eru rakt, men eisini nívir sjálvt arbeiðsplássið.

Ein situr eftir við ringum smakki í munninum. Hetta var skeivt. Soleiðis skulu fólk ikki viðfarast.

Sjálvandi skal fíggjarligt skynsemi vísast, men tølini mugu ongantíð telja meiri enn ryggurin í virkinum - arbeiðsfólkini. Tí um ein fær misnøgda arbeiðsmegi, so verða tølini helst soleiðis, at fleiri uppsagnir eru væntandi.

Tað eg ikki skilji er, at Postverkið ikki brynjar seg til bardaga, fyri at vinna mistan marknaðarpart aftur, soleiðis at Postverkið heldur verður ein blómandi fyritøka, ið krevur fleiri arbeiðsfólk.

Eg undraði meg nógv yvir, at t.d. Postverkið ikki keypti Farmaleiðir. Tað hevði helst verið gott, bæði fyri Postverkið og Farmaleiðir.

Neyvan man meiri postur vera borin út enn seinastu árini. Hvussu tað skal gerast við nógv minni arbeiðsmegi, er illa skiljandi.

Um leiðslan ikki megnar at ekspandera postverkið í hesum tíðum, so haldi eg, at tað er leiðslan ið eigur at minkast. Kanska kunnu góð ráð og hugskot fáast frá arbeiðsfólkunum – eisini teimum, ið eru send heim.