Marjus Dam
???????????
Brotini hava skolað yvir Sandavág ? vakrastu bygd í fleiri ár.
Sjóvinnubankin var har. Føroya Banki var har
Sparikassin var har. Teir eru ikki har longur.
Fólk spyrja nú um einasta almenna tænasta á staðnum, Posthúsið, eisini skal rænast og læsast?
Samfelagið broytist, á so mangan hátt.
Tað verður sagt, at neyðugt er við rationaliseringum. Í fleiri førum merkir tað bert, tá ein er á bygd, at vælfungerandi arbeiðspláss, ið hava verið bílig á allan hátt, verða løgd niður, til stóran skaða fyri tænastuna lokalt. Fólk, ið hava verið trúgv í sínum arbeiði í ein mansaldur ella so, fáa ein brævbjálva við eini uppsøgn, ella kunnu siga upp sjálvi, fyri ikki at verða uppsøgd.
Ístaðin fyri, at meiri arbeiði verður latið til hesi arbeiðspláss at gera, verður ofta arbeiði tikið frá teimum, so at grundarlagið verður máað undan. At enda verður lykilin snaraður um ? tí at ov lítið er at gera.
Í samgonguskjalinum verður nevnd, at útjaðaraøkispolitikkur skal fremjast.
Tað er í andsøgn við hesa ætlan, um einasta eftirver-andi tænasta verður niður-løgd í Sandavági.
Hví ikki menna hetta Posthús, so tað kann fremja tænasturnar hjá Sparikassa, Føroya Banka lokalt? Tað ber til ? um viljin er til tað.
Eg taki ikki undir við, at leggja arbeiðspláss niður í útjaðaranum, fyri at síggja stórar glas, marmor og grótborgir rísa upp annað stað. Hetta er ikki rationalisering og effektivisering, men centralisering og ræning av arbeiðsplássum frá útjaðaranum.
Eg mótmæli harðliga, at møguligar ætlanir eru um at niðurleggja Posthúsið í Sandavági.
Gevið tí heldur fleiri uppgávur, so grundarlagið gerst betri og sterkari. T.d kundi søla av kubbum o.l. til Vágatunnilin verið flutt til posthúsið í Sandavági. Tað kundi møguliga verið ein skilagóð rationalisering og effektivisering fyri fleiri partar, umframt, at tað hevði verið rímiligt, at umsitingin av Vágatunlinum lá í Sandavági.
Eg góðtaki ikki, at Posthúsið verður niðurlagt.