Posta vil veita betri tænastu - eisini til skopuningar

Gamla posthúsið í Skopun letur aftur um ársskiftið.

- Men skopuningar og sandoyingar sum heild fáa eina nógv betri og tíðarhóskandi tænastu, ið tekur støði í teirra tørvi, og sum sjálvandi virkar innan fyri karmarnar av postlógini. Tað sigur Sofus Clementsen, stjóri á Posta.

Sofus Clementsen sigur, at mobila posthústænastan Posta Heima hevur nú virkað í yvir eitt ár, og royndirnar vísa, at fólk taka hana til sín og fegnast um tænastuna, sum í mun til verandi posthústænastu er ein betri og meira fleksibul tænasta.

- Í Sandoynni merkir hetta til dømis, at pakkar við medisini, ið áður skuldu heintast á posthúsinum, í dag verða bornir til dyrnar hjá borgaranum, tá hesin er heima. Á sama hátt koyra vit medisin frá apotekinum heilt út til landbúnaðin og til smoltstøðirnar, har tey halda til. Móttakarin tykist væl nøgdur við hesar tænastubetringar, og serliga fyri eldri og illa gongd er hetta ein munandi betran. Fyri posthúsið í Skopun merkir hetta, at bert avmarkaður aktivitetur liggur eftir á posthúsinum, tí posthúsið í størri og størri mun verður lopið um á leiðini frá sendara til móttakara. Hetta er gongdin innan postvirksemi um allan heim, sigur Sofus Clementsen.

Hann sigur, at borgarin í Skopun nýtir posthúsið til at gjalda rokningar. Á posthúsinum í Skopun verða í miðal fýra inngjaldskort avgreidd dagliga. Hetta kann framyvir verða avgreitt umvegis Posta Heima, har brúkarin uttan meirkostnað kann fáa posthúsið heim til sín.

- Afturat Posta Heima tænastuni arbeiðir Posta í løtuni við eini aðrari loysn fyri poshúsavgreiðslu í Skopun. Hendan verður tá løgd saman við øðrum virksemi og verður talan um víðkaðar upplatingartíðir í mun til í dag. Eingin ivi skal verða um, at talan verður um eina loysn, sum verður innan fyri karmarnar av postlógini og at skopuningar eisini eftir árslok kunnu fáa avgreitt síni postørindi í bygdini, sigur Sofus Clementsen.