Posta letur nú sína fyrstu deild upp uttanfyri landoddarnar. Posta hevur latið fleiri posthús í Føroyum, letur Posta nú eina deild upp í Kolding í Danmark fyri at styrkja fyritøkuna.
Posta Logistics aps, sum deildin hjá Posta í Danmark eitur, fer at avgreiða allan flutning hjá Posta í Danmark ímillum Føroyar og útheimin. - Posta Logistics hevur heimstað í Kolding, og liggur tí væl fyri, mitt landinum, sigur Posta í tíðindaskrivi í morgun. Posta sigur, at hetta ger fyritøkuna kappingarførari og fer at geva viðskiftafólki betri kunning, umframt at tað fer at ganga skjótari at avgreiða post við tað, at tað vera færri millumlið.
- Hetta er liður í royndini at menna Posta, sigur Joel undir Leitinum, stjóri á Posta. V Hann sigur, at við hesi deildini í Danmark, er Posta í eini serstøðu, sum ger tað skjótari og smidligari at avgreiða post.
Trý fólk eru í starvið hjá Posta Logistics og deildarstjóri er Ole R. Martensen. Hann kemur úr einum starvi á søludeildini á Post Danmark har hann m.a. hevði ábyrgd av Føroyum, Grønlandi og Íslandi. - Hann hevur áður havt leiðandi størv innan handil og tænastu í Norðurlondum, sigur Posta.
|