Posta flytur føroysk arbeiðspláss av landinum

- Posta nýtir sína ráðandi marknaðarstøðu til at royna at taka lívið av einasta kappingarneytanum á útberingarmarknaðinum. Tað er niðurstøðan hjá Jon Hestoy, stjóra á Føroyaprenti eftir tað, sum er farið fram seinastu tíðina

Hann sigur, at Føroysku prentsmiðjurnar verða hart raktar í hesum bardaga og á hansara egna virki hava tey verið noydd at siga fýra sagt fýra fólkum upp.

Tað sum Jon Hestoy sipar til, er, at eftir hansara tykki er Posta, sum eitt alment partafelag, farið at ota seg inn á eitt øki, sum privata vinnan rekur í dag.

- Herfyri hevði Posta lægsta tilboð upp á prent, foliering og útbering av einum tilboðsblaði, sum var heili 20% lægri enn hini tilboðini.

Tí trýr hann ikki upp á orðini hjá stjóranum í Posta, tá ið hann segði, at Posta gevur ikki tilboð uppá prent, men bara vísir á møguligar veitarar.

Hann sigur, at í sambandi við tilboðsblaðið læt Posta tvey tilboð. Annað var upp á útbering eftir vanligum leisti, og var tann prísurin rættiliga vanligur. Men harumframt læt Posta eitt tilboð upp á samlaða pakkan, tað er prent í Danmark, leggja prentlutin í posar, frakta hann til Føroya og bera hann út til hvørt húski og hetta samlaða tilboðið var næstan ov gott til at vera satt.

Hann heldur, at hóast tað er prentsmiðjan sum sendir sendir rokning fyri prentið til viðskiftafólkið og ikki Posta, er eingin ivi um, at Posta bæði skaffar tilboðið og umsitur framleiðsluna í samstarvi við danskan prentumsitara.