Hóast fíggjarkreppuna kom Suðuroyar Sparikassi út við einum positivum úrsliti í fjør. Ársúrslitið fyri 2009 er 2 milliónir og 82.000 krónur fyri skatt.
Hetta er ein munandi vøkstur frá árinum fyri, tá úrslitið var 187.000 krónur fyri skatt.
- Innlánini eru økt við 1 %, frá 542 mió. kr. til 550 mió. krónur, og javnin er øktur til 614 mió. kr. Frammanundan var hann 602 mió. kr. Hetta svarar til ein vøkstur á 2 %, vísir stjórin, Søren L. Bruhn á.
Eginkapitalurin við árslok var 42,2 mió krónur, og solvensurin var tá 14,5 %
Í fjør starvaðust 17 fólk í Suðuroyar Sparikassa.