Bæði partabrøv og realkredittlánsbrøv høvdu eina positiva viku, við positivum roknskapum og lyklatølum.
Roknskapurin hjá Nordea var betur enn væntað, og tað vóru serliga handilsinntøkurnar, sum vóru hægri og niðurskrivingarnar og avsetingarnar, sum vóru lægri enn roknað við framman undan.
Stóra amerikanska fast-food ketan, McDonalds, kunngjørdi ein roknskap við einum heldur verri úrsliti enn væntað, tó at sølan var hægri. Tað er serliga lági dollarkursurin, sum ávirkar úrslitið, tí inntøkurnar uttanífrá verða vekslaðar um til dollarar.
Tøkni fyritøkan, Apple, vísti ein góðan roknskap, har serliga framkomna iPhone hevur ávirkað úrslitið positivan veg.
Netfyritøkan Yahoo hevði ein roknskap, har úrslitið gjørdst betri enn væntað, hóast umsetningurin lækkaði. Hetta kemst serliga av umstruktureringum hjá fyritøkuni og færri starvsfólkum.
Hægri væntan
Eftir mongu positivu hálvársroknskapirnar hjá amerikanskum bankum var væntað, at eisini Morgan Stanley fór at koma við einum góðum roknskapi. Hetta hendi kortini ikki, men av tí at aðrir bankar høvdu góðan roknskap, hevur hetta ikki ávirkað partabrøvini stórvegis.
Morgan Stanley kunngjørdi, at teir hava goldið pengar aftur til amerikansku stjórnina, men tað vóru serliga handilsinntøkurnar, sum náddu somu úrslit, sum hjá hinum bankunum.
Fleiri aðrar fyritøkur hava kunngjørt positivar roknskapir, men vandi er í hvørjari vælferð. Positivu roknskapirnir ávirka framtíðarútlitini positiva vegin, og tí kunnu fyritøkurnar fáa truplari við at liva upp til væntanirnar. Tí samstundis, sum partabrævakursirnir hækka, mugu inntøkurnar hjá fyritøkunum fylgja við, fyri at partabrævakursirnir skulu halda sær.
BTÚ kunngjørt
Í seinastu viku vísti sølan av gomlum sethúsum framgongd triðja mánaðin á rað, meðan sølan av nýggjum húsum hevur verið rímiliga støðug alt árið. Hetta kann tulkast sum ein stabilisering av amerikanska sethúsamarknaðinum.
Sum kunnugt var tað júst amerikanski sethúsamarknaðurin, sum var upprunin til altjóða fíggjarkreppuna.
Í dag verður Ecenomic Sentiment vísitalið kunngjørt. Væntað verður, at tann stóri vøksturin, sum hevur verið seinastu tríggjar mánaðirnar, ikki fer at verða eins stórur hesaferð.
Stóri dagurin hesa vikuna verður í morgin. Tá verður amerikanski vøksturin í BTÚ fyri annan ársfjórðing kunngjørdur. Tað verður roknað við, at negativi vøksturin í frá fyrsta ársfjórðingi verður minni hesaferð.
Nógvar fyritøkur almanakunngera hálvársroknskapir sínar hesa vikuna. Av hesum kunnu nevnast danska flutningsfyritøkan DSV. Eisini Daimler og Deutsche Bank koma við sínum hálvársroknskapum.
Kelda: Føroya Banki