Positiv tekin í tølunum

- Feskastu tølini eru tekin um stóru sveiggini í føroyska búskapinum. Og vit kunnu fegnast um, at tey nú sveiggja rætta vegin. Tað sigur Sigurd Poulsen, stjóri á Hagstovuni, um stóra vøksturin í útflutningstølunum.

Nýggjastu hagtølini hjá Hagstovuni staðfesta stóran vøkstur í útflutningstølunum. Samlaði tflutningurin veksur heili 10 prosent eftir einum ári, og tá tølini eru reinsað fyri sølur av skipum, so gerst myndin enn bjartari. Útflutningurin av fiskavørum er heili 14 prosent størri, fyrstu 11 mánaðirnar í fjør, sammett við sama tíðarskeið í fjør.
Størsti vøksturin er í alivinnuni, har útflutningurin økist við 604 milliónum krónum, svarandi til vøkstur á 36 prosent.
- Síðani fyrst í hesi øldini hevur alivinnan bygt seg upp til í dag at vera ein veruligur stuðul undir føroyska búskapinum. Nú merkir hon positivu avleiðingarnar av høgum laksaprísum á altjóða marknaðinum, og tað sæst tíðiliga aftur á samlaðu útflutningstølunum, staðfestir Sigurd Poulsen.
Stjórin á Hagstovuni staðfestir í sama viðfangi, at alivinnan er blivin helst sterkasta vinnan undir føroyska búskapinum.
- Ja, alivinnan er veruliga eitt sterkt bein undir búskapinum, og hon er eisini blivin meira støðug síðstu árini. Men har liggur sjálvandi ein váði, sum serliga liggur í prísunum á altjóða marknaðinum, sigur Sigurd Poulsen.

Sæst aftur
Spurdur, hvussu góða gongdin í alivunnuni sæst aftur, svarar Sigurd Poulsen:
- Fyrsta ávirkanin er rættuliga konsentrerað til fyritøkurnar í vinnuni, síðani koma fíggingarstovnarnir, sum fyritøkurnar samstarva við. Og so koma ringvirkningarnir, ið síggjast aftur, tá fyritøkurnar fara at brúka pengar
Sama ger seg galdandi fyri aðrar vinnur, sum tjena pengar.
- Ringvirkningarnir síggjast aftur út í samfelagið, staðfestir Sigurd Poulsen.
Meðan alivinnan stendur fyri stórum vøkstri í fjør, so heldur uppsjóvarvinnan stand, hóast boykot úr Evropeiska Samveldinum.
- Eg rokni við at tað eru fleiri, sum eru bilsin av, at búskapurin higartil er komin somikið snikkaleysur burtur úr handilsboykottinum, sigur Sigurd Poulsen og heldur fram:
- Tað er væl eitt tekin um, at okkara handilssambond og útflutningur er sterkari og stendur á tryggari grundarlag í dag enn vit kanska hildu fyri nøkrum árum síðani. Tað eigur at geva okkum eina meiri positiva fatan av, at sjálvt um okkara búskapur byggir á fiskaútflutning, ið ofta verður mett at vera eitt smalt grundarlag, so hevur fiskur stóran týdning í heimsbúskapinum.
Samanumtikið vísa nýggjastu útflutningstølini, at føroyski búskapurin er meira mótstøðuførur enn higartil hildið, metir stjórin á Hagstovuni

Óvissa og hepni
Hóast optimisman er sjónlig í útflutningstølunum, so eru óvissur at hóma.
- Vit hava verið heppin at fáa stóran vøkstur í uppsjóvarfiskiskapinum, samstundis sum fiskiskapurin eftir botnfiski er stak vánaligur. Spurningurin er tí sjálvandi, hvussu varandi uppsjóvarfiskiskapurin er, og um vit fara at síggja vøkstur í botnfiskinum, tá tað fer at ganga hinvegin við uppsjóvarfiskiskapinum. Hetta eru óvissur, sum vit vita lítið um, hóast tær hava stóran týdning fyri okkara búskap, sigur Sigurd Poulsen.

Uppsteðgaður innflutningur
Samstundis sum stórur vøkstur er í útflutninginum, so stendur innflutningurin í stað. Verða innflutt skip og flogfør tikin burtur úr tølunum, so vaks innflutningurin bara við 31 milliónum krónum fyrstu 11 mánaðirnar í fjør, sammett við sama tíðarskeið í 2012.
- Hetta er eitt fyribrigdi, sum vit hava sæð í nøkur ár eftirhondini, líka síðani fíggjarkreppuna. Tað eru fyrst og fremst húsarhaldini, sum hava víst sera stórt varsemi og ikki hava økt nýtsluna aftur, sigur Sigurd Poulsen.
Sambært stjóranum á Hagstovuni er generelt eitt varsemi at hóma.
- Ja, tað tykist sum um her framhaldandi er eitt varsemi um, hvussu fólk skulu tulka ymisku viðurskiftini í føroyska búskapinum, sigur Sigurd Poulsen.
Tí aftra fólk seg við at brúka pengar.
- Nógvar fyritøkur og privatfólk mistu nógvar pengar í fíggjarkreppuni. Lutvíst uppá fíggjarligar íløgur, men eisini tí at prísurin á sethúsum og bygningum lækkaði nógv í mun til 2007. So ein partur av frágreiðingini kann vera, at fólk eru varin við at brúka pengar. Men ein annar partur kann eisini vera, at fólk vilja koma fyri seg aftur fíggjarliga, heldur enn at brúka pengar. Eg veit tað ikki, men tað er ein sannlík frágreiðing, sigur Sigurd Poulsen.

Útlit
Í kjalarvørrinum á nýggjastu tølunum fyri innflutning og útflutning metir stjórin á Hagstovuni, at útlitini fyri 2014 eru rímilig.
- Útlitini eru ikki so galin. Men her er eitt element av óvissu. Eg eri ikki heilt tryggur við, at búskapurin skal vera so tengdur at uppsjóvarfiskiskapinum, sum hann er ídag. Vit vita til dømis ikki, hvussu leingi við hava makrel í teimum nøgdum, vit síggja ídag, sigur Sigurd Poulsen og leggur afturat:
- Mær dámar ikki heilt tað elementið av hepni, sum aktuellu tølini byggja á. Vit hava verið heppin við uppsjóvarfiskiskapinum, samstundis sum botnfiskurin hevur verið illa fyri. Og hetta hepni sæst aftur í búskapinum, sigur Sigurd Poulsen.