Karin Kjølbro
24. mai verður tað, at lítla sandskornið á dansigólvinum hjá William Heinesen verður til heimsins nalva. Nú er møguleikin har. Føroyar koma av álvara á heimskortið. Útflutnings- og ferðamannavinnan og Norðurlandahúsið ikki um at tala fáa ein gyltan møguleika við teim tíðinda- og myndafólkum úr øllum heimi, sum koma við Blix og Clinton, men gløgt er gestsins eyga.
Vit mugu gera okkum greitt, at verður ljóskastarin settur á okkum, so er tað ikki bert nattúran,sum vit fegin vilja vísa fram, ið sæst, men so mangt annað, ið vit helst vildu var ósjónligt. Hóast nógv hevur verið gjørt, so er tað alsamt so, at á alfaravegi er nógvastaðni bæði skitið og óruddiligt við alskins burturkasti. Óivað verður snøgt og hampuligt á rutuni hjá fyrrverandi forsetanum, men tey, ið steðga nakrar dagar, kunnu fáa annað at síggja, um vit ikki taka okkum um reiggj. Ein gongd leið kundi verið at skipa fyri posagongd. .
Til tey, ið kanska ikki vita, hvat posagongd er, so snýr tað seg um at ganga í náttúruni og á vegnum og hava stóran posa við. Hvørja ferð tú sært burturkast , so tekur tú tað upp og koyrir í posan – hugsi tó ikki, at tað hundar og hundaeigarar leggja eftir sær, hoyra uppí hetta upptak-. Tú brúkar fleiri kaloriur, enn tá tú bara gongur, og sostatt røkir tú bæði kropp, sál og náttúru. Eyðvitað er hetta ikki nóg mikið, men tað ger mun, og vit kunnu fyribyrgja, at møguligir komandi gestir og keyparar ikki missa hugin í forhond.
Tað er so mangt annað, ið er neyðugt, men tað er so ein byrjan, ið hin einstaki kann medvirka í.
Nú heimurin er um at kódna í burturkasti og hita, kunnu vit við náttúru okkara, fiski og fiskaúrdráttum úr reinum havi og reinum og ruddiligum umhvørvi júst vera tað heimurin og heimsborgarar fara at tráða eftir, tá tey síggja myndirnar úr Føroyum.