Portugal trý lið við

Portugal er stóra landið nú komið er til fjórðingsfinalurnar í Europa League, sum fyrr nevndist UEFA Cup. Portugisisku liðini kunnu ikki møtast fyrr enn i í hálvfinaluni. Lutakast var á miðdegi um fjórðingsfinalurnar í Europa League. Portugal hevur heili fýra lið við, meðan bæði eftirverandi ensku liðini vórðu sligin út í áttandaparts finalunum. Liverpool megnaði bert málleysan javnleik á heimavølli, eftir at hava tapt fyrra dystin 0-1 móti portugisiska Braga.

 

Manchester City megnaði hinvegin at vinna seinna dystin á heimavølli móti Dinamo Kiev 1-0, men tað hjálpti so lítið, tí teir taptu 0-2 í Ukraina.

 

Lutakastið fall soleiðis út:

 

FC Porto - Spartak Moskva


Benfica - PSV Eindhoven


Villarreal - Twente


Braga - Dinamo Kiev

 

Eisini varð lutur kastaður um, hvussu vinnararnir skulu møtast í hálvfinaluni:

Braga/Dinamo Kiev - Benfica/PSV Eindhoven


FC Porto/Spartak Moskva - Villarreal/Twente