Portugal stjól sigurin

Eftir tveir stórar kroatiskar kjansir, fekk Portugal brádliga sín einasta kjans, sum endaði við málinum, ið sendi portugisar í fjórðingsfinaluna

Sova kroatisku spælararnir illa í kvøld, er einki at siga til tað. Eftir 90 málleysar minuttir, vóru teir ímóti endanum á umdystinum um reppið at avgera alt við fyrst einum kjansi og síðani einum aftrat, ið endaði á stongini, áðrenn teir mistu bóltin til portugisar, ið gjørdu skjótt av í hinum endanum og stjólu sigurin.

Sanches sendi bóltin út til Nani í vinstru síðu, og hann fekk umvegis ein kroatiskan fór sent bóltin yvir í høgru, har Ronaldo - ið annars var fullkomuliga ósjónligur í dystinum - royndi seg við skoti, ið kroatiski málverjin hálvbjargaði, so bólturin lá líka fyri hjá Quaresma, ið kom stormandi og við pannuni sendi bóltin í málið.

Tá vóru 117 minuttir farnir, og harvið endaði ein deydligur og linligur dystur við verjukendum spæli brádliga við einum fýrverki av álopsspæli síðstu tríggjar minuttirnar. Og tá bleiv Kroatia enntá snýtt fyri eitt møguligt brotsspark, umframt at Vida sendi eitt skot ímóti portugisiska málinum, ið kýndi uttarsíðuni á stongini.

Í roynd og veru ein dystur og umdystur, ið ongan vinnara hevði uppibornan, tí hóast tvey góð lið á vøllinum, sóust ongar álopsdygdir, men bara verjudygdir. Hvørki liðið tordi at sleppa bindingunum, og tí var dysturin sjálvur eitt stórt vónbrot. Ikki ein erligur málkjansur fyrstu 90 minuttirnar, ið helst er eitt søguligt EM-met, eingin er errin av at seta.