Portugal er nýggjur europameistari í fótbólti. Hóast liðið bara hevur vunnið ein av sjey dystum í vanligari leiktíð - 2-0 ímóti Wales í hálvfinaluni - henda síðsta mánaðin, sum tað hevur verið kappast í Fraklandi, so er tað Portugal, sum er meistari.
Fagnaðurin er stórur í portugiskisku leguni og sjálvandi heima í Portugal. Fyri tólv árum síðani var Portugal stórfavorittur at vinna finaluna á heimavølli ímóti undirtippaða Grikkalandi. Tá kiksaði tað hjá Portugal, tí Grikkaland vann 1-0.
Í kvøld var Frakland stórfavorittur á heimavølli í París, og tað kiksaði. Eftir vanliga leiktíð var støðan framvegis málleysur javnleikur. Frakland var um reppið at skora, tá ið vanliga leiktíðin var farin, men bólturin brast í stólpan og trillaði framvið málstrikuni.
Í longdu leiktíðini skoraði Portugal í seinna hálvleiki, tá ið tað var innskifti Eder, sum við fløtum skoti av brotsteigarmarkinum sendi bóltin dygst inn við stólparótini.
Fraklendingar eru sum slignir á nevið, og vónbrotið kennist at vera ófatuliga stórt og meint.
Portugisar stórfegnast um sigurin. Ikki minst Cristiano Ronaldo, ið græt sum eitt barn, tá ið hann miðskeiðis í fyrra hálvleiki varð borin av vøllinum. Fram ímóti dystarenda stríddist hann nógv uttanfyri síðulinjuna fyri at stuðla sínum monnum, og tað eydnaðist! Og so var tað Ronaldo, ið ovurfegin tók ímóti EM steypinum.
Portugal hevur ongantíð áður vunnið EM.
EM vinnarar: Týskland (3), Spania (3), Frakland (2), Tjekkoslovakia (1), Danmark (1), Grikkaland (1), Italia (1), Holland (1), Sovjetsamveldið (1) og Portugal (1).