Í gjár stóð greitt, at Al-Faraj brøðurnir, sum teljast millum saudiarabisku oljumilliarderarnar, hava keypt 90% av enska Portsmouth. Felagið skifti annars eigara fyri bara 42 døgum síðani, men Sulaiman Al-Fahim, sum keypti tá, megnaði ikki at útvega neyðugu fíggingina til at umskipa felagið. Eftir øllum at døma skulu nýggju eigararnir leggja £50 milliónir á borðið, soleiðis at gomul skuld kann ruddast burtur og Portsmouth aftur kann hugsa um at styrkja liðið.