FA-steypakappingin er ótrúlig í ár. Fyri fyrstu ferð síðani 1991 fara hvørki Liverpool, Manchester United, Arsenal ella Chelsea at vinna FA-cup. Tey fýra liðini, sum eru komin í hálvfinaluna hava øll bíða í mong, mong ár fyri at endurtaka bragdið. Barnsley hevur ikki vunnið FA-cup síðani 1912, Cardiff hevur ikki vunnið FA-cup síðani 1927, Portsmouth hevur bíðað síðani 1939, og West Bromwich hevur bíðað síðani 1958. Portsmouth er tað einasta Premier League-liðið av hesum fýra, og tí eru teir favorittar til at vinna kappingina. ?Vit mugu syrgja fyri at verða fyrstir á bóltinum, og eisini hava virðing fyri teimum, sum vit leika ímóti. Vit mugu ansa væl eftir ikki at geva Kevin Phillips ov nógv pláss.? Sigur 34 ára gamli, fyrrverandi enski landsliðsleikarin, Sol Campell til BBC. Venjarin hjá Portsmouth, Harry Redknapp hevur eisini stóra virðing fyri Kevin Phillips, sum hevur skotið 22 mál fyri West Bromwich hetta kappingarárið.










