Porto og Bayern eru favorittar

Í dystinum millum Bayern München og Fiorentina er týska liðið greiður favorittur.

Tú fært nevniliga bert peningin umleið eina og eina hálva ferð aftur, um tú velur at satsa uppá at Bayern München vinnur dystin og hetta hendir.

Velur tú hinvegin at satsa uppá, at Fiorentina vinnur dystin í kvøld, so fært tú peningin aftur umleið sjey ferðir, um tað skuldi hent at italska liðið vinnur dystin á útivølli.

Javnleikur gevur peningin umleið fýra ferðir aftur.

Í hinum dystinum millum FC Porto og Arsenal er heimaliðið eisini favorittur, hóast veddingarfyritøkurnar halda hendan dystin vera verri at spáa um.

Um FC Porto vinnur, og tú hevur veddað upp á tað, so fært tú peningin tvær ferðir til tvær og eina hálva ferð aftur, men gert tú umvent og veddar at Arsenal vinnur í kvøld, so fært tú peningin umleið tríggjar ferðir aftur.

Javnleikur gevur somuleiðis peningin umleið tríggjar ferðir aftur.