Portishead í Rokkstovuni

Mánadagin 28/4 kom triðja Portishead plátan, ?Third?, á marknaðin og í hesum sambandi fer Rokkstovan í kvøld at varpa ljós á henda feita og spennandi bólk. Við nýggju fløguni brýtur bólkurin 10 ára útgávutøgn og tí hevur fløgan verið nógv umtalað í seinastuni.

 

Vit fara at hoyra úrvaldar brellbitar úr teirra ikki stórvegis rúgvusmiklu, men stak áhugaverdu, diskografi í kvøld. T.v.s. okkurt av ?Dummy? frá 94, okkurt av ?Portishead? frá 97 og okkurt av liveplátuni ?Roseland NYC Live? at hoyra.

Afturat hesum fer Rokkstovan í kvøld eitt legg framvið onkrum síðuprojektum, sum limirnir hava verið partur av seinastu 10 árini, umframt at lurtarin sjálvsagt eisini fær møguleikan fyri at hoyra nøkur løg av nýggju útgávuni.

 

Rokkstovan í kvøld kl. 22.05.