Portalurin setti met

Farna vika royndist væl Portalinum. Í veruleikanum vórðu tvey mett sett, bæði í brúkarum og sýndum síðum. Yvirlitið frá Gallup vísir, at portal.fo hevði 1,5 % fleiri brúkarar í farnu viku. Tað svarar til 44.644 brúkarar, sum íalt hava lisið 1.724.862 síður. Hetta er ein vøkstur uppá 18,4%. Talið av vitjanum var eisini høgt, men sló tó einki met hesaferð. Íalt hevði portal.fo 346.380 vitjanir ta seinastu vikuna. Landsdysturin móti Italia er helst orsøkin til metstóru tølini. Men onnur góð tíðindi hava helst eisini áhuga hjá einum breiðum skara av fólki.