Portalurin sett met í vitjanum

Mest vitjaða heimasíðan í Føroyum, www.portal.fo, setti í síðstu viku met við 73.408 brúkarum.

At hava ein marknaðarpart upp á næstan 150 prosent kann ikki vera annað enn sera gott. Soleiðis er støðan hjá Portalinum, www.portal.fo. Hendan síðan er tann nógv mest vitjaða føroyska heimasíðan, og tað hevur hon verið alla tíðina, síðani Gallup Føroyar saman við íslendsku Modernus fór at telja heimasíðuvitjanir í Føroyum tann 30. januar í 2005.

 

Til stuttleikar kann nevnast, at hesa fyrstu vikuna hevði Portalurin vitjan av 25.719 brúkarum, sum vitjaðu 431.000 síður. Hann lá tá eisini klárt á odda.

 

Í síðstu viku hevði Portalurin vitjan av 73.408 brúkarum, sum vitjaðu 1.833.000 síður. Talið av vitjandi í Føroyum liggur rættiliga støðugt á umleið tveimum triðingum.

 

Tá sagt verður, at Portalurin hevur 150 prosent av marknaðinum, so er tað sjálvandi ikki heilt rætt, tí fleiri fólk vitja portalin frá fleiri ymsum teldum. Men hóast tað, so er marknaðarparturin so sannførandi stórur - at hann fær valla verið størri.

 

Seinastu 10 árini hevur Sosialurin skrivað tíðindini á Portalinum.