Portalurin sendur apríl

Talan var eftir øllum at døma um apríl-søgu í desember, tá portalurin í gjár endurgav útlendskar miðlar fyri at skriva, at ríki Manchester City-eigarin vil keypa Real Madrid.
Í Spania er 28. desember nevnliga dagurin, tá tey senda fólk ”apríl”, ella inocentadas, sum tað verður rópt har.
Tí var skrivingin um, at Sheikh Mansour Bin Zayed Al Nahyan nú ætlaði sær at keypa sjálvasta Real Madrid, bert ein apríl-søga hjá einum av stóru sponsku bløðunum.