Porkerningurin sum hitti Gadaffi

John hevur roynt nógv í sigling úti í heimi. Eitt var ein blindur passagerur, sum illa slapst av við aftur

Í  Siðsøguni hesa ferð er 4. og seinasti partur av áhugaverdu frásøgnini hjá John Eliassen, ættaður úr Porkeri. Hesa ferð greiðir hann m.a. frá hvussu hann sum skipari kom í rasshaft av einum blindum passageri, sum hann ikki kundi seta í land fyrr enn tveir mánaðir seinni, tá ið maðurin bleiv sjúkur og mátti leggjast undir skurð.

John hevur havt eitt langt og hendingaríkt  lív á sjónum. M.a. hevur hann eisini greitt frá, tá ið hann heilsaði upp á Gadaffi, einaræðisráðharran í Libya í mong ár.

Les eisini: John Eliassen: Í rasshaft av “blindum passageri”