Porkenningar taka bygdarsavnið í nýtslu í dag

Eftir at hava arbeitt við málinum í nógv ár, verður bygdarsavnið í Porkeri tikið alment í nýtslu í dag

Bygdarsavn

Í nógv hava porkenningar arbeitt fyri at seta eitt bygdarsavn ástovn í bygdini.
Og nú er komið so langt, at bygdarsavnið verður tikið alment í nýtslu í dag.
Tað verður gjørt klokkan 18 í dag, tá ið bjóðað verður til almenna móttøku í bygdarsavninum, sum er í gamla skúla.
Tá fara tey at greiða frá bygdarsavninum og fornminnafelagnum í Porkeri og síðani ber til at síggja savnið og teir lutir, sum tey hava fingið í varðveitslu.
Gamli skúlin í Porkeri er settur í prýðiligan stand til at hýsa bygdarsavninum og skúlin er eina vitjan verdur í sær sjálvum, ikki minst tí at Johan Dam, vanliga nevndur Hannekiss, hevur æðramálað hann.
Porkenningar siga, at hetta mann vera eitt tað seinasta meistaraverkið undan hansara hondum.
Samstundis frætta tey í felagnum fegin frá fólki, sum hava søguligar og forvitnisligar lutir, sum tey vilja læna savninum ella sum tey vilja lata savnið hava í varðveitslu.