Poppcorn av hillunum

Heilsufrøðiliga Starvsstoan hevur afturkallað mikroovnspoppkorn av merkinum COOP við smørsmakki

Fríggjadagin boðaði Heilsufrøðiliga Starvsstovan frá, at mikroovnspoppkorn av merkinum Coop við
Smørsmakki antin skal latast inn aftur í handilin, har vøran varð keypt, ella má vøran beinast burtur.
Vøran er pakkað í tríggjar ferir 100 gramms pakkar.
Orsøkin til afturkallingina er, at mjólkaprotein ikki er merkt í tilfarslistanum.
Fólk, sum eru ovurviðkvom ella ikki tola mjólk, kunnu fáa allergiska reaksjón av vøruni.