Leygardagin 16 og sunnudagin 17 juli verður ponyríðng á Tormansbakka. Leygarkvøldið verður stuttleikakappríðing á sandinum.
Á Vestanstevnu verða nógv barnavinarliga tiltøk og á Tormansbakka verður m.a ponyríðing, har børnini kunnu sita á hestabaki og ríða ein túr. Eisini verður høvið til at keypa sær onkran vælhóskandi kóboyhatt og okkurt annað skemtiligt.
Leygarkvøldið, tá ið friðurin hevur lagt seg eftir kappróðurin, verður kappríðing á sandinum og byrja verður uml. kl.19.00.
Hetta setur ein serligan dám yvir stevnuna og vónandi verður undirtøkan stór.
Tað er Vága Ríðingarfelag sum skipar fyri hesum tiltøkunum.