Póllendingur til HB

Sonur fyrrverandi GÍ-spælara skal venja við HB komandi vikuna

Í komandi viku fer 26 ára gamli Sebastian Janik at venja við HB. Póllendingurin er sonur Zdzislaw Janik, frá 2001 til 2003 spældi við GÍ.

 

Jan Dam, venjari hjá HB, sigur við in.fo í dag, at talan er um vinstra beintan framrættaðan miðvallara, sum hevur góðar tekniskar førleikar og er 171 sentimetrar til hæddar.

 

Sebastian Janik hevur sum skilst spælt við Wisla Kraków sum yngri, men megnaði ikki at sláa ígjøgnum. Síðani hevur hann spælt við fleiri feløgum í næstbestu deildini.

 

-       Sebastian venur við okkum í komandi viku, og kemur so at spæla við móti ÍF leygardagin eftir, at hann er komin til landið, sigur Jan Dam.

 

Sostatt er talan um ein royndarvenjing fyribils. Tað er fyrrverandi HB venjarin, Krzysztof

Popczynski, sum hevur víst HB á Sebastian Janik.