F.v.: Promotarin, Edmund S. Jacobsen, eigarin Siri Thorsteinsson og stovnarin av Skarv, Dánjal Petur Thorsteinsson í Pilestræde 43-45 í Keypmannahavn.

Pólland og Føroya á Skarv í Keypmannahavn

Pólskir fjepparar eru eisini bjóðaðir inn á Skarv í kvøld at fylgja landsdystinum saman við føroyskum fjepparum.

F.v.: Promotarin, Edmund S. Jacobsen, eigarin Siri Thorsteinsson og stovnarin av Skarv, Dánjal Petur Thorsteinsson í Pilestræde 43-45 í Keypmannahavn.

EM-undankappingardystin millum Pólland og Føroyar verður at síggja á føroyska spælistaðnum og barrini, Skarv í Keypmannahavn í kvøld klokkan 20.45, danska tíð.

 

Dysturin verður vístur á trimum skíggjum á Skarv.

 

Í Warszawa í Póllandi, har Føroyar spæla í kvøld, er næstan útselt við 58.000 áskoðarum, og hetta er met fyri føroyska landsliðið.

 

- Um ikki annað, so kunna føroyingar hoyrast á Skarv í kvøld, verður sagt úr Keypmannahavn.

 

Lagt verður aftrat, at promotarin á Skarv hevur skrivað til pólsku sendistovuna og til ymiskar pólskar FB-bólkar og hevur bjóðað fjepparum inn á Pilestræde 43 at njóta dystin saman við føroyingum.

 

- Hettar er fyrsti fótbóltslandsdystur, sum verður vístur á Skarv, og dyrnar lata upp ein tíma fyri dystin, verður sagt úr Keypmannahavn í dag.

 

 

 

F.v.: Promotarin, Edmund S. Jacobsen, eigarin Siri Thorsteinsson og stovnarin av Skarv, Dánjal Petur Thorsteinsson í Pilestræde 43-45 í Keypmannahavn.