Fýra gentur og tríggir dreingir eru higartil avhoyrd í málinum móti suspenderaða politistinum.
Málið verður framvegis kannað, og politisturin fekk fráboðan um endaliga suspendering 5. mars. Tað váttar Karen Marie Olesen, virkandi fúti.
Ein av teimum, sum var kynsliga misnýtt fyri smáum 30 árum síðani, sigur, at hon var misnýtt frá tí hon var níggju fram til 13 ára aldur.
- Eg trúgvi einki upp á, at ein pedofilur kann sløkkja kontaktina og siga við seg sjálvan, at nú gevist eg. Tað eiga at vera fleiri, ið hava verið uti fyri tí sama, sum vit sjey hava verið úti fyri, sigur kvinnan.
Karen Marie Olesen váttar, at talan er um eina suspendering av einum politisti, men hon sigur, at hetta kemur undir »personalemál«, og tí vil hon ikki gera nakra viðmerking til málið.
- Vit arbeiða eftir reglunum hjá tænastumonnum, og halda okkum til tær mannagongdir við hoyringsskrivi og tí, sum hartil hoyrir, sigur Karen Marie Olesen.
Í mun til mannin, sum í síðstu viku játtaði seg sekan í at hava framt kynsligan ágang móti í minsta lagi seks gentum, noktar suspenderaði politisturin seg sekan. Hann sigur seg bert hava klappað teimum vinarliga á lærið.
Kvinnan, ið vil vera dulnevnd, sigur, at talan var um annað og meira enn eitt vinarligt klapp á lærið.
Hon heldur, at tað mugu finnast aðrar og nýggjari hendingar, ið kunnu verða við til at fella politistin. Hesi málini hjá teimum eru fyrnað, og tí gerst einki í hesum viðurskiftum.
Eins og í førinum við hinum pedofila, eru hendingarnar farnar fram uttan fyri Havnina, har sum maðurin býr.