Statsadvokaturin ger ikki meira í málinum um teir báðir politistarnar, sum vórðu meldaðir fyri harðskap á Summarfestivalinum Umsíðir er Statsadvokaturin komin til eina niðurstøðu í málinum. Málið er slept, tí Statsadvokaturin heldur ikki at grundarlag er fyri at skuldseta politistarnar fyri harðskap.
Fleiri vitni vórðu avhoyrt, men sambært Statsadvokatinum vóru vitnisfrágreiðingarnar ymiskar, og hann heldur ikki, at frágreiðingarnar styðjaðu nóg væl frágreiðingina hjá kvinnuni, sum meldaði tilburðin.
Kvinnan, sum meldaði politistarnar, var vakt á Summarfestivalinum. Hon var forfard og segði frá, hvussu tveir politistar bukaðu og slerdu tveir ungar dreingir.
Ymiskar frágreiðingar frá vitnunum vóru um, antin annar drongurin sjálvur bukaði høvdið inn í veggin, ella at annar politisturin gjørdi hetta móti dreinginum.
Statsadvokaturin váttar, at politistarnir bruktu makt, men hann heldur ikki, at teir fóru yvir um mark.
Politiið í Føroyum hevur enn ongar viðmerkingar til niðurstøðuna.