Hóast nógv tey flestu av starvsfólkunum á politistøðini í Havn siga, at tey verða sjúk at vera til arbeiðis, er tað nú greitt, at í hvussu so er fyribils skulu tey verða verandi í leigaðu húsunum Yviri við Strond.
Tað er úrslitið av fundi ímillum leiðsluna í løgregluni í Føroyum og løgregluna í Danmark fyrr í vikuni.
Men samstundis hevur tann, sum eigur húsið, bundið seg til at gera ymsar umvælingar.
Akkurát, hvørjar umvælingarnar skulu gerast, fáa tey meiri at vita um í næstu viku.
Jan Poulsen, formaður í politistafelagnum í Føroyum, sigur, at hetta er ein niðurstøða, hann er alt annað enn nøgdur við.
Ein spurnarkanning herfyri vísti, at av 75 starvsfólkum, vóru tað bara fimm, sum eingi sjúkutekin fáa, tá ið tey eru til arbeiðis.
Øll hini hava ymsar ampar í størri og minni mun og eini 10-12 starvsfólk eru so illa plágað, at tey noyðast at taka heilivág dagliga fyri at yvirhøvur at kunna vera til arbeiðis.
Vanligu sjúkuteknini eru høvuðpína, skriði í eygunum og turr húð. Men nógv eru eisini óvanliga troytt, hava trupulleikar at miðsavna seg um arbeiðið, hava kvalma og hava skriða um allan kroppin.
Fleiri fáa sár ymsastaðni. Eru tey burtur frá arbeiði eina tíð, er alt í lagi, men so títt og knapt, tey koma aftur, bróta sárini upp aftur.
Somuleiðis eru nógv illa fongd við krími, ella tey missa málið í størri og minni mun
Jan Poulsen sigur, at alt hetta hevur eisini elvt til fleiri sjúkrameldingar.
Sjálvur er Jan Poulsen eisini illa plágaður.
- Eg verði hásur og trongur fyri bringuna, hvørja ferð fari til arbeiðis. Tað rennur eisini úr eygunum alla tíðina, eg havi smá sár í eygnakrókunum og skriða um allan kroppin.
- Samstundis eri eg altíð øgiliga troyttur og eftir eina dagvakt er tað ikki fyrrenn nakað út á kvøldið, at eg komi fyri meg aftur.
Hann sigur, at tískil kemur tað rættiliga illa við, at tey ikki sleppa úr húsinum.
Men nú fáa tey ikki gjørt annað enn at góðtaka niðurstøðuna og at lata tað standa sína roynd.
- So mugu vit taka tað haðani frá.
Men Jan Poulsen ger somuleiðis greitt, at batnar heilsustøðan hjá Starvsfólkunum ikki, mugu onnur stig takast.
- Vit kunnu ikki góðtaka, at vit skulu verða sjúk av at vera til arbeiðis, staðfestir hann.










