Forlagið Fannir hevur sett sær fyri at prenta aftur nakrar av elstu upprunasjónleikunum og nakrar týddar leikir, sum hava verið nógv spældir í Føroyum. Viðmerkingar eru skrivaðar til leikirnar, og eru greinir skrivaðar um teir, eru tær prentaðar við.
Fyrsti leikurin í røðini var Gunnar Havreki, 1889, sum Rasmus C. Effersøe skrivaði. Nú kemur so tíggjunda leikritið, Hin politiski kannustóyparin, sum Ludvig Holberg skrivaði í 1722. Rikard Long týddi leikin, sum kom út á føroyskum í 1922.
Leikurin er í fimm pørtum. Í stuttum snýr hann seg um ein kannustoypara, sum fer upp í politikk og vanrøkir arbeiði sítt. Fólk billa honum inn, at hann er valdur til borgmeistara í býnum, og tá gerst honum greitt, at hetta hevur við sær, at hann nú hevur ábyrgd og má taka tungar avgerðir.
- Sjáldan man ein leikur hava havt meira at siga føroyingum enn júst í dag, sigur Árni Dahl, sum hevur valt tekstir, skrivaði viðmerkingar og legði til rættis. Bárður Jákupsson sniðgav forsíðu og William Heinesen gjørdi skreytmynd. |










