Politiskur arbeiðsbólkur viðgera kommunala umskipan

Løgmaður hevur sett ein politiskan arbeiðsbólk viðgera álitið hjá kommunalu umskipanarnevndini Kommunur, eindir og uppgávur 2009. Bólkurin skal m.a. áseta talið á kommunalum eindum, hvørji ábyrgdarøki skulu leggjast út til kommunurnar og nær næsta kommunalval verður. Málið er at leggja endaligt uppskot til kommunala umskipan fyri Løgtingið í vár, skrivar løgmansskrivstovan á heimasíðuni.

Ætlanin er somuleiðis, at kommunala umskipanin skal til aðalorðaskifti í Løgtinginum í næstum.

Í politiska arbeiðsbólkinum eru Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í mentamálum og Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum.