Politisku flokkarnir duga best

Javnstøðan millum kynini er betri í kommunum, har politisku flokkarnir stilla upp. Er tað tekin um, at demokratiska tilgongdin til uppstillin er betri í politisku flokkunum?

Hyggja vit eftir, hvussu uppstillingin er skipað, har besta javnstøðan er millum kynini, so eru tað kommunurnar, har politisku flokkarnir stilla upp, sum eru best til javnstøðu.
Hetta skal ikki fatast sum nøkur vísindalig staðfesting, tí sjálvandi kunnu onnur viðurskifti í Havn og í Klaksvík gera, at kynsbýtið verður javnari. Men vit kunnu staðfesta, at javnasta býtið millum kynini er í Tórshavnar býráð, har seks kvinnur og sjey menn manna býráðið. Javnari fær tað ikki verið.
Men í Klaksvík eru býtið eisini so javnt, sum tað kann vera. Har eru fimm kvinnur og seks menn í býraðnum. Prosentbýtið í Havn sær penari út, tí har eru fleiri umboð. Men tá kommunustýrið hava ólíka tal av limum, so verður nærmasta kynsbýtið, har eitt fólk er á muni.
Tvøroyrar kommuna, sum eisini er á listanum yvir kommunur við bestu javnstøðu, hevur eisini flokspolitiska uppstilling - tó at bert tveir politiskir flokkar stillaðu upp flokspolitiskt, Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin.
Hinar báðar kommunurnar, sum hava flokspolitiska uppstilling, eru Eysturkommuna og Vágs kommuna. Hesar eru millum tær kommunur, sum vit hava bólkað at hava »hampuliga javnstøðu«.
Tað kann undra, at nakrar stórar kommunur eru, sum hava beinleiðis vánaliga javnstøðu. Teirra millum eru stórar kommunur sum Runavíkar kommuna, Fuglafjarðar kommuna, Vága kommuna, Sunda kommuna og aðrar.
So kunnu vit eisini staðfesta, at tey 458 fólkini, sum vóru á vali í Hvalbiar kommunu, tey 347 sum vóru á vali í Sands kommunu, tey 274, sum vóru á vali í Sumbiar kommunu og tey 208 sum vóru á vali í Viðareiðis kommunu – ikki valdu eitt einasta konufólk í bygdarráðið, men heldur 24 mannfólk.
Politiskir flokkar hava eina øðrvísi tilgongd til uppstilling, men tilvildarligu listarnir, sum verða gjørdir nógva staðni. Hetta kann sjálvandi hava týdning – og hevur helst týdning, tá um javnstøðu ræður. Ein betur skipað tilgongd til eina uppstilling tekur størri fyrilit, enn ein tilvildarlig tilgongd. Kanska hetta gevur fólk og flokkum nakað at hugsa um og seta sær viðkomandi spurningin:
– Eiga politisku flokkarnir at stilla upp í øllum størri kommunum?
– Er munur á at reka flokspolitikk á tingi og í landsstýri – og í bý- og bygdarráðum?
Vit lata spurningarnar standa...