- Polar Seafood eigur at gera sum aðrar vesturlendskar fyritøkur, sum eru rýmdar úr Russlandi. Tað er ein trupulleiki, at samtakið ikki ger tað.
Tað er boðskapurin hjá leiðaranum í Siumut í Grønlandi, Erik Jensen, men grønlendska landsstýrið hevur ikki alment sagt sína hugsan um málið.
Polar Seafood er næst størsta fiskivinnusamtak í Grønlandi.
Nú fýlist Siumut á, at samtakið framvegis eigur part í virksemi í Russlandi, samstundis sum forsetin, Vladimir Putin, heldur fram við sínum blóðuga kríggi móti Ukraina.
Erik Jensen er avgjørdur, tá hann sigur, at Polar Seafood eins og aðrar vesturlendskar fyritøkur hava gjørt eigur at taka seg úr Russlandi.
Í samrøðu við Sermitsiaq vísir hann á, at ein røð av stórum fyritøkum - eisini donskum fyritøkum - eru givnar við sínum virksemi í Russlandi.
Hann nevnir eitt nú Carlsberg, Arla, Mærsk, Danfoss og Jysk, sum hava sagt, at tey fara úr landinum.
Men, Polar Seafood heldur fram við sínum virksemi har yviri, har felagið eigur lut í einum virki, sum framleiðir fiskavørur til russiska marknaðin.
Rávøran til virksemið hjá felagnum í Russlandi kemur úr Russlandi og Kina, verður lagt aftrat.
Sermitsiaq vísir á, at Polar Seafood á sama hátt, sum eitt nú Royal Greenland og Iceberg Seafood, er hildið upp at við at flyta grønlendskar rækjur og fisk til Russlands.
Um danska dóttirfelagið, Polar Seafood Denmark, eigur móðurfelagið Polar Seafood Greenland lut í Polar Seafood Russia, sunnan fyri Moskva.
- Tað er ein trupulleiki, um Polar Seafood ikki ger sum restin av vesturheiminum og tekur seg úr Russlandi, sigur Erik Jensen.