Ítróttarklumman
Fíggjarnevndin hjá løgtinginum mælti í farnu viku frá, at taka undir við uppskotinum frá Sjálvstýrisflokkinum um, at serstakur oyggjaleikagrunnur verður settur á stovn.
Grundgevinginum fyri støðuni var, at tað almenna sambært fíggjarnevndini ikki eigur at leggja seg út í, um og nær Oyggjaleikir skulu haldast í Føroyum.
Makan til slutur og vrøvl skal mann leita leingi eftir!
Sjálvandi er tað ein almenn uppgáva at standa fyri vertsskapinum av Oyggjaleikum. At siga hetta vera eina uppgávu hjá áhugafeløgum er einki annað enn undanførsla – ella í besta føri tekin um eitt vantandi forstáilsi fyri týdninginum, sum leikirnir hava.
Í høvuðsstaðnum hava tey skilt boðskapin, og setningurin hjá sitandi samgongu er, at Havnin í øllum førum skal vera til reiðar at taka sín part, um Føroyar skulu hýsa leikunum aftur.
Ítróttarliga prógvaðu úrslitini í Álandi, at vit ikki hava nakað sum helst at skammast um í oyggjaleikahøpi.
Boðskapurin frá løgmanni eftir leikirnar í Álandi tóktist eisini vera ein staðfesting av, at Føroyar sum samfelag eru til reiðar at átaka sær uppgávuna, men tann boðskapurin varð so dyggiliga skotin niður av samdu fíggjarnevndini.
Aðra staðni hava tey annars skilt, hvussu stórur týdningurin er av at hýsa stórum ítróttahendingum. Men samstundis vísti miseydnaða Obama-ferðin, sum varð skundað ígjøgnum í evstu løtu, hvussu stóran týdning tað hevur, at politiska skipanin er við – allan vegin. Í so máta kann fíggjarnevndin longu nú hava skotið eitt sjálvmál av teimum heilt stóru í føroysku royndunum at fáa leikirnar til Føroya.
Enn er sjálvandi tíð at broyta meining. Og vónandi verður hendan eisini broytt. Men at ein samd fíggjarnevnd staðfestir, at tað ikki er ein almenn uppgáva at hýsa leikunum, er við vissu eitt tað ringasta signalið, sum kundi verið sent til hini oyggjasamfeløgini. Og ilt er at síggja, hvussu hesi nú skulu halda, at Føroyar á nakran hátt eru til reiðar at hýsa leikunum.










