Politiski myndugleikin vil raðfesta kunningar- og samskiftistøkni

Allir flokkar eru samdir um, at kunningar- og samskiftistøknin skal raðfestast høgt, og kann gerast eitt tððandi bein hjá føroyska búskapinum at standa á, tó er stórur munur á, hvussu nøgdir flokkarnir eru við verandi støðu

Í ólavsøkurøðu síni segði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, at kunningar- og samskiftistøkni er ein av grundarsteinunum undir ætlanini at gera Føroyar til heimsins fremsta land í 2015. Hetta er landstðrismaðurin í vinnumálum Bjarni Djurholm samdur í. Hann sigur, at fyri hann er menningin av kunningar- og samskiftistøkni ein fortreyt fyri einum vælvirkandi og dynamiskum samfelagi. Hetta er somuleiðis breið semja um millum umboðini fyri teir politisku flokkarnar, ið vit hava tosað við.
Øll vilja skapa karmar
Um vit ikki virka fyri at gera kervið so skjótt og bílígt, sum til ber, eru vit á taparakós, sigur Bjarni Djurholm.
Hann leggur dent á, at kervið til kunningar- og samskiftistøkni er at sammeta við vegakervið - Tað er alneyðugt fyri alla menning, at kervið er so gott, sum til ber. Hetta eru allir flokkar á tingi samdir um, Bill Justinussen úr Miðflokkinum sigur, at hann metir, tað vera landsins fremstu uppgávu innan hetta økið at gera tað møguligt hjá føroyingum at vera við í skjótu ferðsluni á alnetinum. Hann vísir á, at hetta er ein vinna, har fjarstøða frá fastlandinum als ongan tðdning hevur, og sum tí gevur okkum heilt nðggjar møguleikar.
Kári P. Højgaard vísir á, at Sjálvstðrisflokkurin fór til val við teirri ætlan, at KT skuldi raðfestast ovaliga. Men hann ávarar ímóti, at gera nakað hálvt á hesum øki. Hetta er ivaleyst tann vinnan, ið hevur hægstu ferðina í løtuni. Tú noyðist at renna fyri at standa í stað, vísir hann á. Hann heldur als ikki teldukervið vera nøktandi enn. Breiðband er t.d. ov seint og ov dðrt enn í mun til grannalondini, og hetta setur okkum í vanda­bólkin fyri at gerast eftirbátar, sigur Kári P. Højgaard. KT kervið er eins og útbúgving ein íløga, ið kemur aftur sum inntøka hinumegin. Hann vónar, at kappingin millum Føroya Tele og Kall fer at hava menning av kervinum við sær.
Eisini Olav Enomoto, ið, um­framt at sita á tingi fyri sam­bandsflokkin, starvast við kunningartøkni til dagligt, heldur kervið vera sentralt. Hann heldur, at støðan í dag. Har tú skalt gjalda fyri hvørt MB, ið tú tekur niður ella sendur upp, er eitt haft um beinið á allari KT-vinnuni.
Bjarni Djurholm, metir at sjálvandi kunnu tingini betrast, men minnir á, at Føroyar á KT økinum var eitt u-land fyri heilt fáum árum síðan. Øgiliga nógv er hent hesi seinastu 3-5 árini, og hóast langt er á mál, so er tað vert at fegnast um, at vit eru í frægara partinum av OECD londunum innan kunningar- og samskiftistøknið, sigur landstýrismaðurin.
Tórbjørn Jacobsen framsøgumaður í vinnumálum hjá Tjóðveldisflokkinum, er púra ósamdur við Bjarna Djurholm um gongdina. Hann sigur, at nú hevur man tosað um at satsa innan kunningartøkni í 15 ár, men einki er hent enn. KT er vorðið eitt mótaorð í føroyskum politikki, men einki hendir.
Hann sigur, at um vit hyggja at teimum londum, sum klára seg best í heiminum, so eru tað tey, ið miðvíst hava satsað innan KT. Hann ræðis,t men vónar ikki, at skipið longu er siglt, tí vit eru alt ov aftarliga á økinum.
Bjarni Djurholm sigur, at í vinnumálaráðnum hava tey fyrst og fremst valt at seta sær nøkur mál á kervisøkinum. Ætlanin er at tryggja, at allir føroyingar fáa atgongd til háferðarnet, og hetta arbeiðið gongur framá. Ætlanin er, at 15% av húsarhaldunum hava breiðband við árslok í 2006, og at útbreiðslan av breiðbandi í Føroyum við árslok 2008 er millum fimm tær bestu í OECD.
Henrik Old úr javnaðarflokki­num er eitt sindur skeptiskur yvir verandi støðu. Hann sigur, at núverandi skipan, har ein og tveir partar sita á øllum fjarskiftikervinum, er ein stór forðing fyri menning. Tað er alt ov nógvar forðingar fyri at skapa veruliga kapping, tí er prísstøðið ov høgt. Tað er í KT vinnuni, sum í øllum øðrum vinnum: Er prísurin ikki kappingarførur ber slettis ikki til at kappast. Bjarni Djurholm sigur, at hann ivast ikki í, at nú breiðband gerst alt meira vanligt, fer prísurnin somuleiðis at falla.
Hækka útbúgvingarstøðið
Í ólavsøkurøðini nevndi løg­maður, at ein KT-kjarni við bachelor-, master- og Ph.D.-útbúgvingum eitgur at verða skipaður. Bjarni Djurholm sigur, at hetta kann gerast saman við vinnuni, har KT útbúgvingarnar verða málrættaðar at verða egnaðar til føroysk viðurskifti.
Bæði Olav Enomoto og Bjarni Djurholm leggja dent á, at arbeiða má gerast fyrr í skúlagongdini, og her er týdn­ingarmikið, at stig verða tikin longu í fólkaskúlanum. Olav Enomoto sigur, at hann av onkr­um er skírdur einsrættari, tí hann hevur tosað um at málrætta frálæruna í fólkaskúlan, til at passa til tær ætlanir, sum samfelagið hevur. Ætla vit t.d. at hava kunningar- og sam­skiftistøkni, sum innsatsøkið, eiga vit at leggja dent á at menna teir relevantu eginleikarnar upp í gjøgnum alla skúlagondina, sigur Olav.
Bjarni Djurholm vísur á, at KT eisini er eitt amboð, og her er alneyðugt, at allir skúlar fáa teldur við háferðarsambandi, hesar skulu børn læra at brúka í skúlagongdini, soleiðis at tey gerast trygg við hesum am­boðum.
Bill Justinussen heldur, at útbúgvingarøkið er alt ov diffust. Útbúgvingar eru eitt sjálvtøkuborð, hann eftirlðsir eina politiska leiðslu, ið stingur eitt innsatsøki út í kortið.
Arbeiðsloysi millum KT-útbúgvin
Olav Enomoto vísir á, at vit longu produsera nógv fólk við KT útbúgving bæði datamat­ikarar og datalogar. men tað vísir seg, at alt ov nógv av hesum ganga arbeiðsleys. Hetta er eitt tekin um, at KT-ídnaðurin ikki mennur seg nøktandi í Føroyum.
Tað almenna kann virka ímóti hesi keðiligu gongd, við at tryggja sær í setanar­poli­tikkinum, at fólk hava neyðugu kompestensurnar, sigur Olav, ið heldur heldur, at gróðrarlíkindini hjá fyritøkunum eisini mugu gerast betur. Hann heldur ikki at tað almenna kann guida fólk ella virkir til success, men man kann gera karmarnar so góðar sum møguligt.
Bill Justinussen heldur at ein møguleiki fyri at skapa eina veruliga KT-vinnu, er at seta t.d. 10 milliónir av um árið til eitt KT Idehús, har nðskapandi hugskot innan KT sleppa at royna seg og fáa neyðugu karmarnar at mennast í. Vit brúka pening til so nógv ymiskt, og hetta er ein íløga, ið kann gjalda seg sjálvan innaftur.
Tey ungu hava stóran áhuga innanfyri KT, og brúka nógva orku á hesum økinum, tíanverri verður henda orka mest brúkt til undirhald, sigur hann og heldur fram, at um vit fáa nyttu burtur úr hesi orku, so eru vit komin langt.
Tórbjørn Jacobsen vísir á Ísland, har hava tey gjørt vakstrar­hús innan KT vinnu, har verk­ætlanir og hugskot verða ment, og tað er á hendan hátt vit mugu hugsa.
Olav Enomoto sigur, at til ber, við lóggávu at broyta fyri­treytirnar hjá føroysku virkj­unum, t.d. hevur Malta givið virkjum loyvið, at skipa fyri gambling á alnetinum, og hetta gevur landinum stórar inntøkur. Men eisini við nýhugsan innan skattaskipanina kunnu vit skapa møguleikar, sigur hann. Bjarni Djurholm nevnir innan hetta økið, møguleikan hjá virkjum at gjalda breiðband til starvsfólkið, uttan at hetta verður skattað, sum ein áhugaverdan tanka.
Mangla fyrimyndir
Olav Enomoto heldur at vit mangla fyrimyndir í føroyskari KT-vinnu, einki føroyskt virki hevur veruliga gjørt vart við seg innan KT ídnaðin. Hyggja vit t.d., at Skype, ið ein ungur dani var við til at skapa, so gjørdist eitt einfalt hugskot til eina av teimum heilt stóru KT-fyritøkunum uppá stutta tíð. Vit mangla tílíkar fyrimyndir, ið vísa, at eisini vit kunnu skapa successir. Tá vit hava successir eru vit alt ov lítið dugnalig til at vísa á tær. Her vísir hann á, at Formula hava gjørt Invoice Workflow skipanina, ið er blástemplað av Microsoft, men vit duga ikki nóg væl at vísa á hetta, sum eina fyrimynd.
Landið kann vísa vegin
Bjarni Djurholm vísir á menn­ingina av talgildari undirskrift, sum eitt dømið har landið, í samstarvi við eitt føroyskt virki, fer inn og rindar fyri menningina av eini skipan, ið landið skal brúka, men sum samstundis ger virkið kappingarført uttanlanda. Her er tðdningarmikið, at vit ikki gera alt ov serføroyskt, men at vinnan skilir, at hon er í kapping við umheimin. Bill Justinussen nevnir samstarvið millum fíggjar­málaráðið og Atlantstøkni, sum dømi um væleydnað arbeiðið, har eitt føroyskt virkið mennir eina skipan til landið, ið kann brúkast uttanlanda. Hann setur hetta upp ímóti, teimum upplivingum, ið hann hevði við at gera eina heilsuskipan í heilsumálaráðnum, har ein føroysk fyritøka var umboð fyri eina danska skipan. Hesin arbeiðsháttur kann gerast ein koddi, har fyritøkurnar servisera landinum og tí sovna á tryggu inntøkunum.
Tórbjørn Jacobsen greiðir frá, at í fjør kom fram, at Landið brúkar umleið 80 milliónir til KT um árið, men hetta fer í stóran mun til at keypa teldur og útlendskar skipanir og til at pjøssast um tær, sigur hann. Um man ístaðin royndi, at lata føroyskar veitarar sleppa inn, at standa fyri allari talgildingini av umsitingini, so kundi menningin gjørt, at føroyingar kundu gjørst kappingarførir innan KT, og møguliga kundi man skapt ein útflutning. Hann er greiður yvir, at hetta kann tulkast sum ígongdsetarastuðul, men leggur satt at siga ikki so nógv í tað. Tí, at tosa um KT ídna sum nú er, er sum Jesias profetur segði á sinnið at fáa runnar at grógva upp úr turrari jørð.
Sum dømi um skeivu gongdina nevnir Tórbjørn teldukervið á landsjúkrahúsinum. Har man fór til ein danskan veitara fram um allar føroysku, tí henda skipan skuldi verað so trygg, hetta er tað sama, sum at siga, at føroysku skipanirnar ikki eru nóg tryggar.
Olav Enomoto nevnir talgildu undirskriftina, og ætlanirnar um at gera alt størri part av almennu tænastunum talgildar, sum økið har landið fer inn og skapar møguleikar fyri vinnuni. Eisini Bjarni Djurholm sær talgildan av almennum tænastum, sum eitt neyðugt og gott stig, ið vinnumálaráðið ynskir at ganga á odda við.
Stovnarnir eru av gamla slagnum
Bæði Henrik Old og Olav Enomoto nevna vanahugsan og stirvnar stovnar, sum forðing fyri menning. Henrik Old heldur, at t.d. menningarstovan og fjar­skiftiseftirlitið tykjast tung at dansa við. Olav Enomoto heldur, at bæði peningastovnar og Menningarstovan eru stovnar av gamla slagnum, og tað tí er ringt hjá nýggjum og virkisfýsnum KT fyritøkum at sleppa ígjøgnum við sínum hugskotum. Henrik Old sigur, at trupulleikin ikki bert fevnir um KT ídnaðin, men um ein stóran trupulleika við at gagnnðta fólk við evnunum at bróta upp úr nðggjum. Fólk í hava góð hugskot, enda við at brúka alt ov nógva orku til at framleiða hugskotini, ístaðin fyri at koma við nðggjum hugskotum. Her noyðast hugsanir at verða fluttar og kanska eisini fólk, sigur Henrik Old.
Fiskivinnan er ein møguleiki
Olavi Enomoto metir ,at kanska 90% av fíggjarorkuni liggja í fiskivinnuni. Vit hava sera nógva vitan innan fiskivinnu, tí er upplagt at gera KT-vinnu, ið liggur tætt uppat fiskivinnuni, hann er væl greiður yvir, at hetta er sagt 1000 ferðir uttan úrslit, og hann heldur, at hetta er, tí fiskivinnan er bæði skeptisk og illoyal yvir fyri KT-vinnuni. T.d. hava øll skip radarar, hví verður einki gjørt innanfyri hetta økið, spyr hann?
Henrik Old ivast ikki í, at hetta er eitt øki har føroyingar veruliga kundu gjørt um seg. Tí bæði innan trollemmarnar í Suðuroynni og innqn hjá amboð hjá vónini Vónini hava vit víst, at vit duga væl, at menna amboð til fiskivinnuna. Men hann viðgongur samstundis, at fiskivinnan er øgiliga kon­servativ, og at allar broytingar koma av neyð.
Tórbjørn Jacobsen sigur sum er, at hann ikki hevur nóg gott innlit í hetta mál til at vita, hvørjir møguleikar eru í at menna KT til fiskivinnuna í Føroyum, men hann heldur, at hetta ljóðar sum ein gongd leið.
Føroyar sum royndarøki
Bitland roynir at bjóða Føroyar framsum KT royndarøki fyri útlendskar fyritøkur. Bill Justinussen heldur, at arbeiðið hjá Bitlandi sær áhugavert út, men veit ikki rættiliga, í hvønn mun hetta fer at virka mennandi fyri føroyska KT vinnu. Gransking er ofta so detaljuorientera, sigur hann. Granskarin fer inn í sína egnu verð, og spurningurin er, um hvussu nógv vit læra av hesum.
Eisini Henrik Old er sera spentur um ætlanirnar hjá Bitlandi og sigur, at Føroyar í sini serligu geografisku støðu eru upplagdar til tílíka gransking. Hann ivast ikki í, at her liggja øgiligir møguleikar. Hetta er Tórbjørn Jacobsen samdur í, og hann heldur, at hetta er sjálvandi eitt øki, man eigur at troyta. Hann vónar, at granskingin kann skapa eina synergi effekt hjá føroyskum virkjum, ið fáast við sama øki. Eisini Kári P. Højgaard sær stórar møguleikar í at virka, sum royndarøki. Men hann heldur, at ikki at tað er neyðugt bert at satsa uppá at verða royndarøki innan kunningartøkni. Hetta kunnu vit gera innan nógvar ymiskar vinnir, sigur Kári P. Højgaard.
Olav Enomoto heldur somu­leiðis arbeiðið hjá Bitland vera sera áhugavert, men sigur, at Bitland er eitt spinkult projekt, við sera avmarkaðari fíggjarorku. Landstýrismaðurin í vinnumálum Bjarni Djurholm, sigur seg stuðla arbeiðinum hjá Bitlandi, og vinnumálaráðið hevur bæði givið uppbakkning og verið innið sum aktørur í arbeiðinum . Hann heldur, hetta arbeiðið vera serliga áhugavert, tí tað skapar verkætlanir, ið annars ikki vórðu gjørdar.