Politiskan brúkaraumboðsmann

Tað er upp á hægstu tíð, at settur verður ein politiskur brúkaraumboðsmaður, sum kannar samhangin ella kanska rættari vantandi samanhangin ímillum flokkanna stevnuskráir og politiska praksis.

Tí eitt er vist, og tað er, at um vit fyristilla okkum hin einstaka flokkin sum eina dós, har stevnuskráin stóð uttaná sum vegleiðing um innihaldið, so hevði brúkaraumboðsmaðurin meldað framleiðararnar fyri falska vørulýsing, og dósirnar høvdu verið tiknar av hillunum og burturbeindar. Tað hevði tá eisini víst seg, at innihaldið í dósunum hevði stórt sæð verið tað sama, óansæð floksnavn og politiska stevnuskrá. Núverandi samgonga eitur ABC, men hennara praksis vísir, at hon í veruleikanum átti at itið AAA. At fólkið finnur seg í tílíkum svindli er bæði óforstáiligt og óforkláriligt.
Hví ikki taka avleiðingarnar av at verða hildin fyri gjøldur og fyri tað turra spott og krevja eina nýggja byrjan við nýggjum flokkum og nýggjum fólki, sum vit vita, hvat standa fyri og eru til at líta á?