»Politiska prosessin« farin í gongd

Fríggjadagin beyð landsstýrið Javnaðarflokkinum til óformellan fund um fullveldismálið

Fríggjadagin var Javnaðarflokkurin á kaffifundi í Tinganesi. Talan var um ein óformellan fund, har landsstýrið kunnaði um, hvussu arbeiðið við at gera samráðingaruppleggið til samráðingarnar við donsku stjórnina um ríkisrættarligu støðu Føroya gongst.

Formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, sigur, at talan ikki var um nakrar beinleiðis tingingar millum partarnar, men heldur um eina hugnaliga løtu við jólaljósum, kaffi og smákøkum.


Møtast seinni í vikuni

Partarnir avtalaðu fríggjadagin at møtast aftur seinni í hesari vikuni at tosa gjøllari um ávís evni, hóast fundurin fríggjadagin ikki var nakar beinleiðis samráðingarfundur.

? Eg veit ikki hvussu stóra vekt landssýrið leggur á at fáa annan part við í fullveldisætlanina. Tað kann vera, at landsstýrið bert heldur hesar fundir fyri at kunna siga, at samráðingar hava verið við andstøðuflokkarnar, tá landsstýrið fer til Danmarkar at samráðast. Men eg velji at vera positivur, og vóni eg tískil, at landsstýrið meinar nakað við samráðingunum.

Jóannes Eidesgaard væntar, at fullveldismálið verður viðgjørt gjøllari á fundinum seinni í vikuni. Tó slær slær hann enn einaferð fast, at Javnaðarflokkurin ikki góðtekur eina loysn, ið liggur uttanfyri ríkisfelagsskapin.


Samstarv við Sambandsflokkin

Á fundi hjá Sambandsflokkinum í Øravík fríggjadagin varð tosað um møguleikan fyri samstarvi millum Sambandsflokkin og Javnaðarflokkinum móti fullveldisætlanini hjá samgonguni.

Formaður Javnaðarfloksins útilokar ikki einum samstarvi millum Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin, men leggur dent á, at Javnaðarflokkurin ikki fer í part við Sambandsflokkinum ber tí flokkarnir báðir eru í andsøðu.

? Vit vilja sjálvandi samstarva um tey mál, vit halda vera skilagóð, men vit fara ikki at samstarva við Sambandsflokkin um mál, vit ikki halda vera skilagóð, bert fyri at samstarva. Jóannes Eidesgaard vísir í hesum sambandi á, at Javnaðarflokkurin ikki tók undir við uppskotinum hjá Sambandsflokkinum um vegleiðandi fólkaatkvøðu undan samráðingunum við donsku stjórnina. Flokkurin metti ikki hetta uppskot vera serliga skilagott.


Tosa við hinar andstøðuflokkarnar

Ætlanin er, at landsstýrið eisini skal tosa við hinar báðar andstøðuflokkarnar, Miðflokkin og Sambandsflokkin, um fullveldsmálið. Hesir fundir eru tað, sum Høgni Hoydal og løgmaður hava kallað fyri »tann politiska prosessin« í arbeiðinum at gera eitt samráðingarupplegg til samráðingarnar við donsku stjórnina.

Tá »poltiska prosessin« er liðug fer samráðingaruppleggið til viðgerðar í Uttanlandsnevnd løtingsins.