Politiska hornið

.

Jóannes í farloyvi


Á tingfundinum týsdagin varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt at geva Jóannesi Eidesgaard farloyvi úr tinginum.

Í umsókn síni nevndi Jóannes Eidesgaard einki um, hvussu leingi hann ynskir at hava farloyvi úr løgtinginum, men minsta mark er ásett at vera tíggju dagar.

Tað skilst, at farloyvið hjá Jóannesi Eidesgaard úr løgtinginum hevur samband við fókatingsarbeiði hansara.



Mikkjal aftur á ting


Í sambandi við, at Jóannes Eidesgaard nú hevur farloyvi frá løgtingsarbeiðinum, hevur varamaður hansara, Mikkjal Sørensen tikið sætið á tingi.

Mikkjal Sørensen fekk triðj mestar persónligar atkvøður á javnaðarlistanum í Suðuroy til seinasta val. Hann fekk 164 atkvøður, meðan Hendrik Old og Jóannes Eidesgaard ávíkavist fingu 236 og 705 atkvøður.

Mikkjal Sørensen umboðaði Javnaðarflokkin á tingi frá 1991 til 1994 meðan Jóannes Eidesgaard var landsstyrismaður.



PET til fyrstu viðgerð


Tingfundur var seinnapartin í gjár. Til fyrstu viðgerðar var millum annað uppskot um ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov nr. 359 af 2. juni 1999 om undersøgelse af politiets efterretningsvirksomhed på det politiske område og af de aktiviteter, der var baggrund for denne virksomhed".

Tað var Høgni Hoydal, landsstýrismaður, ið 8. oktober legði uppskotið fyri tingið.

Sama uppskot var eisini til viðgerðar í tinginum í byrjanini av árinum, men varð tað ikki viðtikið undir triðju viðgerð.



Endurnýggjan av veiðiflotnaum


18. oktober legði Katrin Dahl Jacobsen úr Javnaðarflokkinum fram uppskot um íløgugrunn til endurnýggjan av veiðiflotanum. Hetta uppskot var til fyrstu viðgerðar í tinginum í gjár.

Talan skal vera um ein grunn, ið kann seta upp til 40 prosent í partapeningi í nýggj skip. Ein treyt er tó, at grunnurin skal hava ávirkan á avgerðir í felagnum.

Tá íløgan er lívfør, skal grunnurin selja partabrøvini aftur, um tað ikki kann gerast við yvirskoti.