Politisk óvissa

Oddagrein:

Synd at siga, at politiska støðan er vorðin greiðari eftir ruðuleikan á tingi seinasta fríggjadag. Tjóðveldið lýsti lógaruppskotið um vinnuliga fiskiskap sum kabinetsmál, og boðaði frá, at 20% niðurskurður í fiskidøgum var minstamarkið, sum flokkurin kundi liva við. Hetta fall, og so skuldi Tjóðveldi verið úti. Men í politikki er sum kunnugt ikki altíð samanhang millum orð og gerð. Eftirfylgjandi fekk formaður Tjóðveldisins kravboð frá floksleiðsluni, um at vera verðandi í samgonguni og at fáa samgongugrundarlagið víðkað. Kabinetsmálið, var kanska ongantíð ætlað sum eitt veruligt samgonguslit, men var bert ætlað at skapa disiplin í egnum røðum, ella við øðrum orðum at trýsta Heina og aðrar møguliga ivandi sálir.

 

Løgmaður hevur boðað frá, at hann kundi hugsað sær at fingið annan av teimum stóru flokkunum upp í samgonguna. Hann hevur sostatt hug at royna tað sama sum Tjóðveldi og sigur við útvarpið hjá Kringvarpinum, at hann fer at boða fyrst formanni Sambandsfloksins og síðan formanni Fólkafloksins til politiskar samrøður.

 

Skal farast eftir tí, sum hesir báðir formenn siga undan samrøðunum, verður hetta lættari sagt enn gjørt hjá løgmanni. Hvørgin teirra fer upp í samgonguna fyri at hjálpa til at reka sama politikk, sum higartil er rikin. Hetta skal skiljast sum, at talvan skal turkast rein og byrjast skal heilt frá botni við heilt nýggjum samgongusamráðingum. Báðir floksformenn løgdu stóran dent á hetta, at politikkurin hjá teirra flokkum skuldi síggjast aftur í einum komandi samgongugrundarlagi, um løgmaður skal gerast sær nakra vón um at fáa til vega eitt breiðari samgongustøði.

 

Hvussu eru so útlitini fyri eini breiðari samgongu, og hvat hugsar løgmaður um, tá hann talar um at fáa ein av teimum stóru flokkunum upp í samgonguna. Hvussu eru útlitini til at hetta fer at eydnast honum? Nú var løgmaður ikki serstakliga greiður í síni melding, men tað fær hann heldur ikki verið, sum støðan er. So mikið tykist tó greitt, at hann nú tykist til reiðar at avskriva Sjálvstýrisflokkin. Hinvegin bendir nógv á, at hann vil varðveita Miðflokkin í eini endurskipaðari samgongu. Hann miðar sostatt móti eini samgongu við fýra flokkum, nakað sum fer at gera samráðingarnar truplar. Hervið verður ikki sagt, at uppgávan er óloysilig. Tað, sum stuðlar uppundir hesa loysn, er, at ongin flokkur tykist vilja hava løgtingsval her og nú. Hetta man vera besti trumfur løgmans í komandi samgongusamráðingum. Sjálvur hevur løgmaður eftir seinastu veljarakanning allar orsøkir til at sleppa undan at skriva út val, hóast eitt løgtingsval, sum støðan er vorðin, hevði helst verið tann mest demokratiska leiðin úr tí politisku óvissu, sum valdar i løtuni.