Tingfundurin hevur verið niðurlagdur síðani klokkan 2015.
Hann skuldi takast uppaftur klokkan 21, men enn er hann ikki settur.
Bíða verður fyrst og fremst eftir álitinum frá vinnunevndini um uppboðssøluni, men tað verður eisini arbeitt við einum uppskoti uma t víkja frá tíðarfreistini.
Fýra álit mangla enn, men andstøðan vil bert víkja frá tíðarfreistini í teimum málum, har álit eru løgd fram. Samgongan ætlaði, at víkajst skuldi frá tíðarfreistini í øllum málum, men tað verður neyvan so.
Tað vil siga, tá ið álitið frá fíggjarnevndini kemur í morgin, so skal tingið aftur taka støðu til um tað vil víkja frá tíðarfreistini.
Størsti politiski spenningurin er um, hvørja niðurstøðu vinnunevndin kemur til - um uppskotið um uppboðssølu verður ein aprtur av tí uppskotinum.