Politisk órógv feldi Kára

Hóast Kaj Leo Holm Johannesen hevur brúkt síðstu dagarnar til at bíða eftir og seinni lesa frágreiðingina úr Innlendismálaráðnum, so var tað tá avtornaði ”politisk órógv”, sum løgmaður brúkti sum frágreiðing fyri at loysa Kára P. Højgaard úr landsstýrissessinum.

 

Endamálið við at senda landsstýrismannin í innlendismálum til hús er sostatt einans politisk, og ikki tí at hann á nakran hátt hevur misrøkt sítt embæti.

 

- Eg havi valt at loysa Kára P. Højgaard úr starvi fyri at skapa politiskan stabilitet, segði Kaj Leo Holm Johannesen við Rás2 klokkan 16.

 

Hoyr samrøðu við løgmann við at trýsta á pílin undir myndini.

 

Les eisini:

 

Kári P. Højgaard fingið sekkin