Politisk orka nýtast til fortreytirnar fyri ES-limaskapi

Vit eiga ikki at nýta fleiri kreftir og tíð upp á at koma í EFTA/ EBS um vit satsa uppa menning.

Hinvegin er ES limaskapur ella atlimaskapur avgerandi fyri vinnuna og føroya fólk sum heild, og vit eiga at taka hetta álvarsama mál upp og viðgera tað ongantíð og skjótt.

Heldur enn at síggja trøll á alljósum degi, hvørja fer ES verður nevnt, mugu vit viðgera hendan spurning í størsta álvara, tí áhaldandi menning av okkara samfelag hongur tætt saman við ES limaskapi.

 

Eigur mál okkara ikki verða at skapað bestu fortreytir og bestu livilíkindi fyri øll sum búleikast her á klettunum?

Eiga vit ikki at skapa bestu fortreytir fyri okkara ungu?

Eigur okkara mál ikki veðra at blíva ein partur av eini eind har multilateral átøk, demokrati, umhvørvi, fríhandil – har vørur, tænastur, kapitalur og arbeiðsmegi virka frítt millum limalondini?

Eiga vit ikki at verða partur av einum felagskapi, har Mannarættur og Altjóða lógarverk, samráðingar og “málrættað arbeiðið fyri sakini” - loysa teir trupulleikar sum stinga seg upp kring heimin, heldur enn at lata vápnini talað sítt óhugnaliga mál.

Eiga vit ikki at verða partur av útbúgvingar- og granskingarkevinum í hesum felagskapi?

 

Tað Evropa, sum vit síggja vaksa og mennast inniheldur omanfyri nevnda og vil koma at gera sína ávirkan galdandi alt meir og meira á altjóða pallinum - vit kunnu so velja at verða passivir áskoðarar ella ein aktivur viðspælari, við tí sum okkara fólk og samfelag nú einaferð kann luttaka við og geva sítt ískoyti til í hesum exclusiva klubba av londum.

Tað er okkara ábyrgd, sum valdir eru, at leiða hetta landið, at gera okkara borgarum og vinnulívið tann beina at kanna møguleikarnar fyri limaskapi í heimsins best skipaða felagskapi av ríkjum.

har allar handilsligar barrierur innan felagskapin eru niðurtiknar og har fari er nógv longur á hesum øki enn nakar annað handilssamtak er.

Har umhvørvisligir og socialir arbeiðsstandardir eru hægri enn hjá nøkrum ørðum felagsskapi

Har reglugerðir og lógarverk í mongum førum blivið til altjóða standardir

 

Og ikki at gloyma:

Har standardurin fyri fólkaræðinum er á høgum støði

Har mannarættindi og vernd av minnilutum eru settar í hásæti.

 

Tað eigur ikki at verða spurningurin um ríkisfelagsskap ella fullveldi, sum eigur at avgera um vit vilja viðgera fortreytirnar fyir at gerast limir í ES ella ei.

Spurningar sum eiga at verða viðgjørdir og avkláraðir eru m.a.:

 

Treytir og fyrimunir ov vansar við at fara inn sum partur av ríkisfelagsskapinum.

Treytir og fyrimunir og vansar við at fara inn sum sjalvstøðugt ríkið – vilja vit t.d. fáa størri, - minni - ella somu ávirkan, sum í ríkisfelagsskapinum.

Kunnu vit yvirhøvur gerast limir sum fullveldisríki

Hvussu fáa vit á best gjørt okkara ávirkan galdandi

Hvussu kunnu vit á besta hátt verða hoyrdir og virka undir hesi skipan

Kunnu vit fáa eina yvirgangsskipan fyri okkara fiskivinnu yvir ávíst áramál ella kunnu vit sum samfelag við einstreingjaðari vinnu fáa undantøk viðv. fiskivinnu okkara?

Fyri okkum, sum ikki limur í ES felagskapinum og partur av ríkinum, snýr tað seg um af fáa tað mesta og tað besta burturúr okkara ríkisfelagskapi og málrættað – eisini á fólkatingi arbeiða fyri at menna okkara samstarv eisini við ES og harvið skapa okkum møguleikar bæði vinnuliga, mentanarliga, í granskingar- og utbúgvingarhøpið og á mongum ørðum økjum við.

 

Tað krevur politisk dirvi og vilja til at finnað bestu loysnirnar fyri Føroyar - spurningurin er so um ryggurin er sterkur nokk og um ein hevur leyvu- ella kálvahjarta tá á stendur.

Vágur 28. August 2007