Politiko verður í kvøld

Tónleikur, hugni og politikkur verður í Tórsgøtu í kvøld.

Nú tíggju dagar resta í til valdagin, verður øðrvísi pallfundi.

 

Dyrnar lata upp í kvøld klokkan 19, tá ið ókeypis kjakfundur og tónleikur verður í Reinsarínum og Perluni, sum Politiko skipar fyri í samstarvi við Miðlahúsið.

 

Trý løgtingsvalevni frá hvørjum av luttakandi flokkunum fara at kjakast um Mentan og List, Heilsuverkið og Fólkavøkstur, meðan Punjab og Jóhanna Norðberg Niclasen fara at framføra í steðgunum millum kjakevnini.

 

- Kjakformurin verður leysur og stuttur, soleiðis at vit kunnu fáa livandi orðadrátt millum floksumboðini og áhoyrararnir sleppa at seta umboðunum spurningar, áðrenn valevnini at enda fara útum at togtogast, siga fyrireikararnir.

 

Vanligu hentleikarnar í Perluni og Reinsaríinum verða tiknir í nýtslu, og ungmannafeløgini fara at hava kunnandi básar í Perluni.

 

Til ber eisini at lurta við á nýggja bústaðnum hjá Rás2 á 98.7 ella 88.7 og umvegis stroyming á in.fo leinkjuni her klokkan 19.30.

 

Fullfíggjað skrá og kunning eru tøk á facebooksíðuni hjá Politiko, meðan kjakluttakararnir kunnu síggjast niðanfyri.

 

Heilsuverki

Ingvør Justinussen, Fólkaflokkurin

Eyðgunn Samuelsen, Javnaðarflokkurin

Jógvan Skorðheim, Nýtt Sjálvstýri

Katrin Kallsberg, Tjóðveldi

Margretha Kjærbæk, Miðflokkurin

 

Fólkavøkstur

Sólvit Emilsson Nolsøe, Fólkaflokkurin

Sonja J. Jógvansdóttir, Javnaðarflokkurin

Bárður Kass Nielsen, Nýtt Sjálvstýri

Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi

Esmar Petersen, Miðflokkurin

 

Mentan og list

Annika Olsen, Fólkaflokkurin

Bjørg Dam, Javnaðarflokkurin

Bjørn á Heygum, Nýtt Sjálvstýri

Petur Háberg, Tjóðveldi

Rani Andrasson Skaalum, Miðflokkurin