POLITIKKUR
Í dag, mikudagin, kl. 13 verður almennur politiskur fundur á Læraraskúlanum í Havn. Allir flokkar verða umboðaðir, og flestu flokkarnir senda umboð frá floksleiðslunum. Jógvan Jespersen, útvarpsstjóri, verður orðstýrari.
Tað eru næmingar á samfelags- og landalærulinjuni á Læraraskúlanum, sum skipa fyri fundinum.
Øll politisk mál verða sjálvandi til viðgerðar, men næmingarnir vænta, at sjálvstýrismálið og sosialu málini fáa eina gjølliga viðgerð.
Á fundinum sleppa umboðini fyri politisku flokkarnar at leggja fyri við innleggi upp á fimm minuttir í part, síðani verða tvær stuttar rundur við viðmerkingum, har fundarluttakarnir fáa høvi at seta spurningar.