Politikkur er at tora, eisini í Suðuroy

Finnleif Guttesen

Torir landsstýrið at leggja miðnámsskúla og heilsuskúla í Hovi, ella vilja teir sleppa sær undan ábyrgd við einki at gera, tí at kommunurnar ikki kunnu semjast?
Kjakið í sjónvarpinum hósdagin 31.mars 2005 um viðurskifti í Suðuroynni, vísti, at onki veruligt ynski er millum kommunustýrislimir av Tvøroyri og úr Vági um, at samansjóða hesa vøkru oyggj.
Og tíverri er støðan ringast millum okkara fólkavaldu løgtingsmenn, so frá hasum kunnu suðuroyingar ikki vanta nakra broyting til tað betra.
Lokal áhugamál og kenningar politikkur er orsøkin til alla orrust-una, tí hevði ein fyrrverandi mentamálaráðharri ikki avtikið ella broytt lógina um, at Hov skuldi verða skúlamiðdepil í Suðuroy, so hevði verandi ósemja ikki verði.
Men, at misnýta gamlar syndir fyri at onki skal henda, soleiðis sum kommunalpolitikarar gera, skaðar bert suðuroyingar.
Í dag er stórur ótti í Vági fyri, at miðnámsskúlin blívur fluttur á Tvøroyri. Fyri at stoppa hesum ótta má landsstýrið tora at skera ígjøgnum, og ikki blíva við, at trekkja málið út. Brúki avsettu pengarnar til at byggja skúlar í Hovi fyri, tí tað er eingin annar, ið eigur avgerðina, enn landsstýrið.
Í kjaksendingini vístu lokalpolitikarnir, at teir tora ikki at broyta meining, teir tonkja bert um egnan dunnuhyl og ikki uppá heildina. Alt skal verða sum tað plagar, eingin broyting, eingin nýhugsan, frægast er at lata standa til, má niðurstøðan verða.

P:S
Tað má pínadoyð verða onkur, ið hevur so frætt av dirvið, at hann torir at bjóða av og taka eina endaliga avgerð, sjálvt um ikki øll verða nøgd, tí tað er vónleyst.