Løgtingsmaðurin Jógvan við Keldu skal standa á odda fyri arbeiðnum hjá SAM International í Føroyum.
Danska felagið, sum hevur havt stóran vøkstur í sínum virksemi, síðani tað varð stovnað fyri 9 árum síðani, kemur nú eisini til Føroya.
? Virksemið hjá føroysku deildini skal byggjast spakuliga upp. Tað ræður um at arbeiða á rættan hátt, so álitisviðurskifti kunnu byggjast upp millum fyri-tøkur og einstaklingar, sigur Jógvan við Keldu.
? Eitt sindur av headhunting hevur verið brúkt í Føroyum, men tað kundi verið brúkt í nógv størri mun, tí í Føroyum er eisini umráðandi at finna best egnaða persónin til tey ymsu størvini.
Finna rætta persónin
SAM International headhuntar fólk til størv av ymsum slagi. Uppgávan hjá felagnum er at finna tann rætta persónin til tað rætta starvið.
? Tað kann kosta eini fyritøku nógv, um rætti persónur ikki verður funnin til eitt starv í fyrstu royndini. Her kann SAM International koma upp í leikin við sínari servitan á økin-um, sigur Jógvan við Keldu.
Vanligt er, at SAM finnur fólk til leiðarastørv í fyritøkum, men felagið átekur sær eisini at finna røttu fólkini til onnur størv. SAM hevur eisini ein dátubasa, har fólk kunnu skráseta seg, um tey hava hug at finna sær nýtt starv.
Stórur vøkstur
SAM International er ein donsk fyritøka, sum hevur fingið sær deildir í fleiri londum. Tey eru at finna í Svøríki, Noregi, Finlandi, Týsklandi, Sveis og nú eisini í Føroyum. Tað hevur gingið strúkandi hjá felagnum, síðani Niels Schreiner Andersen gjørdi álvara av hugskotinum í 1993. Felagið er ein sonevnd Gazelle-fyritøka og hevur havt ein vøkstur upp á 60 prosent, síðani tað fór at virka. Nú er tað helst størsta headhunrarafelag í Danmark.
27 headhuntarar eru í danska felagnum. Tað eru fólk við nógvum og ymiskum royndum, og nógv av fólkunum koma frá leið-arastørvum í stórum donskum fyritøkum. Tey hava tí nógv sambond at dúva uppá, og tað er neyðugt í slíkum arbeiði at hava gott netverk.
Hósdagin kemur stjórin í felagnum til Føroya »at klippa snórin«, so føroyska deildin kann fara undir sítt virksemi. Niels Schreiner Andersen skal vitja ymsar fyritøkur, meðan hann er í Føroyum.