Politikararnir ræðast frælsa list

Tað metir formaðurin í Rithøvundafelagnum, Arnbjørn Ó. Dalsgarð

- Tað besta kontrollið er at lata vera við at játta pening til føroyska list og mentan. Og alt bendir á, at føroyskir politikarar als ikki ynskja at skapa karmar fyri frælsari list.

Tað sigur Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, formaður í Rithøvundafelag Føroya. Spurdur, hvussu hann vil lýsa føroyskan mentanarpolitikk anno 2007, sigur hann seg ikki kunna lýsa ein politikk, sum ikki er til.

- Vit hava jú ongan orðaðan føroyskan mentanarpolitikk í Føroyum, og við støði í teimum láturligu upphæddum, sum verða settar av til føroysk listafólk, er tað eftirhondini trupult at koma til aðra niðurstøðu enn hana, at politiski myndugleikin í Føroyum ikki ynskir eitt virkið mentanarlív, sigur formaðurin í Rithøvundafelagnum.

Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð heldur, at føroyskir politikarar eftir øllum at døma eru ræddir fyri tí fríu listini, sum í síni náttúru er avbjóðandi og flytur mørk. Og besti hátturin at hava tamarhald á listini er at lata vera við at játta neyðuga peningin.

- Tær útsagnir, sum áður eru komnar frá føroyskum politikarum um t.d. sjónleikin Ginusøgur, avdúka, hvør hugburður ræður millum fleiri føroyskar politikarar. Eitt nú hjá táverandi tingliminum Jógvani á Lakjuni, sum í dag er mentamálaráðharri. At hann skuldi gerast mentamálaráðharri eftir slíkar útsagnir, er heilt ótrúligt, sigur formaðurin í Rithøvundafelagnum.


List sum vinna

Arnbjørn metir, at umstøðurnar fyri føroysk listafólk framvegis eru út av lagi vánaligar. Játtanirnar hækka ikki. Og tey álit um føroyskan mentunarpolitikk, sum eru skrivað, verða ikki førd út í lívið. Samanumtikið er mentan sambært Arnbirni framvegis eitt forfjónað leysingabarn í politisku skipanini og er eisini rættiliga ósjónlig í valskráunum hjá flokkunum nú upp undir valið.

Arnbjørn peikar á Ísland sum dømi um, hvussu íløgur í list og mentan kunnu gerast stórar útflutningsvinnur og geva stórt fíggjarligt avkast. Vegurin fram er sambært Arnbirni ein miðvísur og langsiktaður ekspansivur mentunarpolitikkur, har vit tora at satsa fíggjarliga.

- Men tað hevur eingin politikari í Føroyum hugflog til at hugsa, metir Arnbjørn.

Fremsta ynskið hjá formanninum í Rithøvundafelagnum fyri eina nýggja samgongu er, at játtanin til Mentunargrunn Landsins verður hækkað. Ein játtan, sum í dag er á 5,6 milliónir krónur.

- Álitið frá 2002 mælir til at veita Mentunargrunninum tíggju milliónir, og hetta eigur ein komandi samgongu at seta sær sum mál. Tað eru altso ikki nógvir pengar samanborið við allar tær íløgur, sum annars verða gjørdar, sigur formaðurin í Rithøvundafelagnum at enda.